Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Konsert við Vitanum

(Høgni Klakkstein)

Sangbólkurin Vitin, sum 8 tey seinastu árini hevur ferðast kring landið og havt sangløtur í Ítróttarhøllum og bygda- og samkomuhúsum, syngur leygarkvøldið 19 desember kl. 21:00 í Atlantis í Klaksvík.

Vanliga hava tiltøkini hjá VITANUM verið merkt av “Syngi við løtum” meðan sangløtan í Atlantis meira verður sum konsert. 

Vitin varð stovnaður í 2001 av monnum sum frammanundan kendu hvønn annan og sungu saman í Betesdakórinum. Sangarar eru Torkil Mørkøre, sum eisini spælir klaver, Petur Vitalis, Jógvan Høj, Jóhan Páll Joensen og Dávur Johannesen, sum eisini spælir bassguitar. Aðrir tónleikarar sum spæla undir eru Jóan Petur Hansen á guitar og mandolin, Guttorm Matras, guitar og Leivur Vitalis, trummur. 

Tiltøkini Vitin hevur skipað fyri hava vera sera væl vitjað, har nógv fólk hava verið glað fyri møguleikan at koma saman til góðan felagssang. Vónað verður at tiltakið í Atlantis eisini skal hava áhuga millum fólk. 

Øll eru hjartaliga vælkomin. 

Ókeypis atgongd. 

Til ber at bóka atgongumerki á heimasíðuni hjá Atlantis – klikk her