Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Konsertin við Lenu & Niclas er avlýst!

Høgni Klakkstein

Vegna forfall, er konsertin, sum skuldi verða tann 24. mai, avlýst!

Tey sum hava keypt atgongumerki á Shell-støðini í Klaksvík, kunnu lata atgongumerki inn aftur og harvið fáa peningin afturgoldnan.

"Let Your Scars Dance"

Nýggja fløgan hjá Lenu Anderssen, sum hevur fingið heitið ”Let Your Scars Dance”, kom út tann 30 apríl, men enn hevur eingin verulig útgávu konsert verið, tískil hevði konsertin í Atlantis verið tann fyrsta síðan fløgan kom á marknaðin.

Talan hevði verið um eina meira intima løtu, ella konsert við Lenu og Niclas, har tey bæði fóru at syngja og spæla guitar. ætlandi skuldi tey framføra løg av nýggju fløguni, umframt okkurt av tí fyrru fløguni, eisini skuldi okkurt heilt nýtt á skránna.

Lena & Niclas hava ikki framført í Klaksvík áður, men Atlantis hevur seinastu fýra árini havt ynski um at fáa tey at framføra í Atlantis, tí vit meta at teirra tónleikur hevði verið sera hóskandi á pallinum í Atlantis, tískil er tað sera harmiligt at avlýsa konsertina, men møguliga koma tey sterkt aftur einaferð í juni ella juli.

Harleywoodpaint