Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Konsertir og áhugaverdir fyrilestrar

John William Joensen

Torradagarnir eru nú á veg inn í Vikuskifti og ikki kann annað sigast enn at nógv ymiskt hevur verið á skránni higartil

Hóskvøldi var m.a. fyrilestur á Bókasavninum har Jóhannis Danielsen greiddi frá hvussu reint "Heimsins reinasta hav" er og talan var um ein rættuligan áhugaverdan fyrlestur.

Ymiskt er hvussu tiltøkini á Torraskránni hava verið vitjaði og hóaskvøldið var veðrið kanska ikki til vildar.

Rættuligt ódnarveður herjaði uttanfyri meðan vit vóru til fyrilestur á bókasavninum men hóast hetta vár væl av fólki.

Í Christianskirkjuni var Klaver- og violinkonsert við Hákun bjarnason og Páll Palomares úr Íslandi og hóast talan var um eina hátíðarløtu við tónleiki á altjóða støði – so vóru heldur ikki nógv fólk í Kirkjuni.

Men hetta er ikki nýtt fyribrygdi tá talan er um konsertir í Klaksvík – men vit fara at takka fyrireikarunum fyri løtuna.

– Edward Fuglø, listamaður, segði í vikuni at tað sum var umráðandi er at vit skipa fyri fleiri mentanartiltøkum og í hesum sambandi mugu vit siga at Torraskráin er rættuliga umfatandi.

Í virkishúsinum hevði Óli Olsen fyrilestur um at sigla eftir stjørnunum, og her lurtu ungdómar við áhugað.

Samanumtikið ein væleyndaður hósdagur.