Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kontribygdin fingið sín eyðkennissang: Countrybygd, tak meg heim

Danial Viðoy

Country & Blues festivalurin fór av bakkastokki farna vikuskiftið. Jørgen & Jákup framførdu fríggjakvøldið og til høvið hava teir latið “Take me home” í ein føroyskan countryham til gagns fyri bygdaligasta festivalin og Kontribygdina í Føroyum. Countrybygd kallast sangurin nú.

Myndina eigur Jógvan Helgi Hansen…

Country & Blues festivalurin fór av bakkastokki farna vikuskiftið. Jørgen & Jákup framførdu fríggjakvøldið og til høvið hava teir latið “Take me home” í ein føroyskan countryham til gagns fyri bygdaligasta festivalin og Kontribygdina í Føroyum. Countrybygd kallast sangurin nú.

Jørgen & Jákup høvdu sína stóru tónleikatíð tíðliga í 90unum við bandaútgávu. Men tá ið annar av teimum varð sendur til Havnar á tingsins røðarapall og eisini seinnu árini hevur verið oddfiskur í føroyskum politikki við nógvum álitissessum, strakk tíðin ikki til tónleikapallin.

Men síðani Country & Blues Festivalurin fyri fáum árum síðani kom upp á beininiii har vesturiii, er hendan sangbjørnin vakna úr dvala. Nakrir nýggir sangir eru komnir undan kavi eisini.

Ikki kann sigast annað, at sangirnir í 90unum eru vælskrivaðir, tí enn eru teir landaplágur, ið hvussu er vestanfyri. Tað bar framførslan fríggjakvøld vitnisburð um.

Nú er tað nýggjasta hittiiiið “Countrybygd”.

Jørgen & Jákup vóru spurdir í ungdómssendingini hjá Kringvarpinum um vikuskiftið um virkið teirra. Jákup svaraði, at teirra bólkur var kongaligur á tann hátt, at Jákup var sum Heindrik prinsur, í meðan Jørgen virkaði sum Maggi-drotning (Marghreta). Tí tað var altíð Jørgen sum var í almenna ljósinum, meðan hann stóð aftanfyri og stuðlaði í loyndum.

Sjá og hoyr nýggjasta sangin niðanfyriiii: