Tað var ísakalt millum Jens Christian Holst og hinar hav- og fiskifrøðingarnar frá Havforskningsinstituttet í Bergen á ráðstevnuni í Aalesund síðstu viku.
Tað var ísakalt millum Jens Christian Holst og hinar hav- og fiskifrøðingarnar frá Havforskningsinstituttet í Bergen á ráðstevnuni í Aalesund síðstu viku.
Jens Christian Holst metir, at ráðgevingin í Bergen og hjá ICES er skeiv. Tað er nógv meira makrelur til, enn tað ICES vil vera við. Havforskningsinstituttet hevði eina framløgu, ið ikki minni enn sjey høvdu skrivað, har teir vístu øllum aftur, ið Jens Christian Holst bar fram. Í kvøld heldur Jens Christian Holst fyrilestur á Kambsdali kl. 19.00. Heitið á fyrilestrinum er: “Fra overfiske til underfiske”. Tiltakið er ókeypis, og ikki er neyðugt at tekna seg.




