Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Konufólkarevur og moralprædikari

Pól á Kletti

Italska skaldið Giovanni Boccaccio skrivaði um miðju fjúrtandu øld gitna verkið »Dekameron«, ið er sett saman av hundrað frásagnum, kendar fyri sítt smidliga skrivingarlag og sínar djørvu viðgerðir av ástarbrøgdum. Tær fyrstu bøkurnar hjá Boccaccio snúgva seg yvirhøvur um ástarbrøgd, og Dekameron er kendast av teimum. Hóast Boccaccio hugvísindaliga verður roknaður sum siðspekingur ella moralprædikari, so hevur bókmentaliga evni hansara í hesum føri givið honum eftirmæli sum konufólkarevur. Á føroyskum er nú komin triðja og síðsta bókin í dekameronrøðini, sum Hanus Debes Joensen,landslækni, sáli, týddi

Italska skaldið Giovanni Boccaccio skrivaði um miðju fjúrtandu øld gitna verkið »Dekameron«, ið er sett saman av hundraðfrásagnum, kendar fyri sítt smidliga skrivingarlag og sínar djørvu viðgerðir av ástarbrøgdum. Tær fyrstu bøkurnar hjáBoccaccio snúgva seg yvirhøvur um ástarbrøgd, og Dekameron er kendast av teimum. Hóast Boccaccio hugvísindaligaverður roknaður sum siðspekingur ella moralprædikari, so hevur bókmentaliga evni hansara í hesum føri givið honumeftirmæli sum konufólkarevur. Á føroyskum er nú komin triðja og síðsta bókin í dekameronrøðini,sum Hanus Debes Joensen,landslækni, sáli, týddi

Pól á Kletti

»Hetta eru sovorðnar ólíkligar søgur.« Soleiðis svaraði Hanus Debes Joensen, landslækni, sáli, tá eg spurdi hann um »Dekameron«, sum hann hevði týtt til føroyskt. Men ein glóð sást í eygunum, tá hann segði hetta. Skemtið spældi aftan fyri brillugløsini.

Tvær dekameronbøkur komu út í 1990-árunum í týðing Hanus Debes Joensens. Tann triðja og síðsta í røðini kom út í vár. Forlagið Fannir hevur givið bøkurnar út. H. D. Joensen týddi eftir donsku útgávuni frá 1943, haðan myndirnar hjá Herluf Bidstrup eisini eru læntar (við loyvi teknarans). Axel Tórgarð týddi sangørindi. Tað tók týðaranum sløk fimm ár at týða Dekameron. Tilsamans eru allar tríggjar bøkurnar um túsund síður.

Í fororðunum talar høvundurin Giovanni Boccaccio um ástartrá sína á ungum árum og ognar kvinnuni bók sína – sum fløvi og stuðul hjá teimum, sum elska, tí aðrar hava nóg mikið við nál, snældu og garnvindara. Frásøgurnar eru knýttar soleiðis saman: Tíggju ungir florentinar, sjey kvinnur og tríggir menn, eru – meðan svartideyði herjar í Florens 1348 – flýdd út á bygd, og til at stytta sær um stundir og fyri ikki at missa mótið, gera tey av tíggju kvøld á rað at siga tíggju søgur hvør. Hvønn dag kjósa tey sær sínámillum háborin fólk, sum gera av dagsins frásøguevni.

Boccaccio er tann síðsti av teimum trimum stóru skaldunum í Italia 1300-árini. Hini vóru Dante og Petrarca, og hann var eins og teir úr Florens, men meira glaðlyntur enn teir. Boccaccio var altíð væl hýrdur, tá lívligt var kring hann, og hann var meira fyrikomandi enn teir. Meðan tað t.d. eru egnar kenslur, sum seta dám á skaldskapin hjá Petrarca, ger Boccaccio meira burtur úr at lýsa onnur menniskju og atferð teirra. Hann er tí ikki so sjálvhátíðarligur sum teir. Ikki heldur tykist hann vera sjálvsøkin og altráur eftir at fáa skaldanna lavrberjakrans á høvur (kransur flættaður av lavrberjagreinum, latin persóni sum tekin um sigur ella gott avrik). Nei, Boccaccio var lítillátin maður; hámetir heldur onnur skald, og tað eydnaðist honum við hepnari hond at reisa bæði Dante og Petrarca virðilig minni í heimbýi teirra.

Sjálvur skrivaði Boccaccio eina livandi og hugtakandi ævisøgu um Dante, og seinni fekk hann býarstýrið í Florens at seta á stovn ein mentaskúla í býnum, har høvuðsdentur var lagdur á bókmentir Dantes. Sjálvur gjørdist Boccaccio fyrsti professarin í hesum bókmentum.

Tann lítla flamman

Giovanni Boccaccio var føddur í Florens 16. juni 1313. Faðir hansara var múgvandi og dugnaligur keypmaður og vildi hava sonin at ganga í sínum fótasporum. Men tað vildi sonurin ikki. Handil hevði ikki hansara áhuga. Tað hevði harafturímóti skaldskapur. Og tað skilti pápin ikki. Har stóðst tí mangan hart stríð teirra millum, so hart, at Giovanni hataði pápan og skýggjaði heimið. Tað var nyttuleyst at venja Giovanni til keypmann og eins burturspilt at fáa ein løgfrøðing burtur úr honum.

»Allur mín hugur stóð til skaldskapin,« sigur Boccaccio sjálvur, »minnist, at eg skrivaði yrkingar longu áðrenn eg var fyltur sjey.« Tann strangi pápin, sum púrt einki skilti, oyðilegði stóran part av ungdómsárum Giovannis við at noyða hann til nakað, sum als ikki lá fyri hjá honum. Og slíkt hevur givið mongum unglingi sálarligt mein. At Boccaccio slapp snikkaleysur skyldast mest tí grundfesti, hann frá náttúrunnar hond hevði í skaldalistini, so at einki rein við hann. Hann loysti út gangaran Pegasus og reið í skaldagarð tá honum lysti. At hann kortini ikki fekk mein, er so ein annar spurningur. Sagt var um hann, at honum fattaðist sjálvsálit.

Fimtan ára gamal fór Boccaccio til Napoli, har faðir hansara var væl kendur við tað frægara fólkið. Her kom tann ungi florentinarin í eitt kátari lag enn heima. Napoli var ein stórur havnabýur, har sjómenn úr mongum londum hittust. Her ráddu bæði sammentan og heimsmentan. Eitt umhvørvi, sum man hava kenst viðkvomu skaldasálini kveikjandi.

Og her møtir honum ástin. Millum frægara fólkið vann hann skjótt tokka – so væl hann var at sær komin sum skald, sum frásøgumaður og so kátur hann var av lyndi. 25 ára gamal var hann ásttikin í eini mætari napolitanarkvinnu, sum æt Maria d’Aquino og var dóttir eina greivinnu og Robert kong Góða av Anjou. Um hana yrkti hann ástarsangir og nevndi hana Fiammetta, t.e. »tann lítla flamman«. Maria var gift og trý ár eldri enn ungi túnabiðilin úr Florens. Boccaccio kom sær í vinarlag við mann hennara og fekk tí høvi at vitja heima hjá teimum. Bæði í bundnum máli og óbundnum hálovar hann Mariu sum ta mest fullkomnu kvinnuna, væn og tignarlig, syngur um hennara fagra, gula hár, hennara mjúka hold, hennara varrar, ið eru fagurt reyðar sum rubinur, og hennara mildu rødd.

Hesi yndaðu kongsdóttrini dámdi væl skaldskap og fagnaði tí væl, Boccaccio yrkti um hana. Men um henni hóvaði eins væl ástarkvæðini, er ivasamt. Tí í fleiri yrkingum gremur Boccaccio seg um, at hann ikki vinnur á kuldanum í sál hennara. »Ein køld marmaramynd, sum eingin kærleikans geisli kann hita,« yrkir hann einastaðni um hana, og hann biður Amor um bara at senda eina ørv inn í hjarta hennara.

Næstan allar yrkingar Boccaccios og skaldsøgur bera brá av eydnuleysa kærleika hansara til Fiammettu. Hon er dísin tann, sum rúnabindur hann og elvir skaldahuginum á flog. Uttan Fiammettu var Boccaccio neyvan tað skaldið, hann varð. Eisini eftir deyða hennara er sinnið fylt av tokka til hennara.

Tað var Fiammetta, sum fekk Boccaccio at skriva skaldsøguna »Filocolo« (1336), ið var fyrsta stóra bókmentanarliga avrik hansara. Hon bað hann blása nýtt lív í gomlu riddarasøguna um ta flakkandi lagnuna hjá Florios og Biancafiore. Við einum glógvandi hugflogi fekk hann burtur úr hesi innantómu søguni eina hugtakandi og livandi skaldsøgu.

Heitið á skaldsøguni, Filocolo, er tað dulnevni, sum Florios tekur sær, tá hann fer at leita eftir Biancafiore. Óndu fosturforeldur hennara hava hana sum trælkvinnu. Honum møta mangir meinbogar á leiðini, men hann finnur ástarvív sítt, og tey livdu síðan eydnusæl saman restina av ævi síni.

Ein onnur skaldsøga hjá Boccaccio ber navnið á yndisdísini, »Fiammetta« (1343); hetta er tann gamla, men samstundis ævigt unga skaldsøgan um trúleysan kærleika, lýst við djúpum innliti í hugaheimin hjá eini ásttiknari kvinnu, hennara dreymar og kvølir.

Tann unga, væna Fiammetta livir í einum eydnuríkum hjúnalagi saman við einum múgvandi og hábornum aðalsmanni. Men brádliga ylnar hjartað av kærleika til ungan, fremmandan mann úr Toscana, Panfilo at navni. Tey leggja ástir saman, men loynifundirnir teirra millum enda brátt. Panfilo má heimaftur. Hann lovar tó at vera skjótur aftur – um fýra mánaðir.

Men hesa tíðina hoyrist einki frá honum. Fiammetta fær illgruna, og skjótt sannar hon eisini trúloysi hansara. Heimkomin leggur Panfilo ástir saman við aðrari kvinnu. Fiammetta legst sjúk av sorg. Læknarnir standa ráðaleysir; ikki heldur góðtrúni maður hennara er førur fyri at veita henni nakran linna og troyst. At enda roynir hon at taka seg sjálva av døgum, men trúfasta dadda hennara forðar henni í hesum og uggar hana.

Fiammetta fær lívsvónina aftur, og fyri at lætta sær trega, setst hon at skriva um eydnuleysa kærleika sín, øðrum kvinnum til umhugsan.

Í 1340 fer Boccaccio heimaftur til Florens at hjálpa pápa sínum, sum nú er farin á húsagang. Hann doyði av pest í 1348.

Teir tíggju dagarnir

Tað eru hvørki yrkingar ella skaldsøgur, Boccaccio hevur vunnið sær týðandi navn við í heimsbókmentunum, men søgusavninum »Il Decamerone«, sum merkir »Teir tíggju dagarnir«; eitt italskt navnasnið eftir griksku orðunum ‘deka’ (δέκα), ið merkir tíggju, og ‘hemera’ (ἡμέρα), ið merkir dagur. Og karmurin um søgurnar er júst ‘tíggju dagar’.

Yrkisevnið til Dekameron tekur Boccaccio sær úr mongum londum, mongum øldum og mongum ymiskum stættum í samfelagnum; úr teirri fátæku fjalakroysuni, úr kongsins borg, úr hermannabúðum og kleystrum. Tú hittir mong ymisk fólk, og skemtisøgur, harmasøgur og ræðusøgur ljóða hvørt um annað. Mest er talan kortini um ástarbrøgd. Søgd bæði í ólíkligari talu og hábornari.

Men tað orðið, Dekameron hevur fingið á seg at vera ólíklig, hevur onga veruliga grund. Sjálvt tær mest opinskáraðu søgurnar anda av frískleika. Tann lætti munnurin er ein av barnsligu og ósmædnu verumátum Boccaccios, tá ovfarakæti er á honum.

Í Dekameron verða fyrsta dagin sagdar stuttar søgur. Annan dagin eru søgurnar heldur longri og snúgva seg um trega, sum vendist til lukku. Í níggjundu søguni henda dagin hoyra vit ein mann reypa av, at kona sín er prýdd við øllum teimum dygdum, sum hóskaðu eini frúu, meira enn nøkur onnur í Italia – eisini í trúskapi; men hann verður argaður av einum øðrum manni, sum sigur seg vita, at hon hevur eitt stórt móðurmerki á vinstra brósti, kringsett av fimm, seks hárum – hann hevur sjálvur sæð tað. Triðja dagin ganga út nøkur ynski sum løn fyri ágrýtni og dugnaskap.

Meðan tað bert er ein einstøk søga um bragdleika báðar teir fyrstu dagarnar, yðja tær nú. Boccaccio hevur funnið fram á nýggjar keldur, sum vella fram úr teimum fronsku geipatáttunum; t.d. søgan um kvinnuna, sum letst at skrifta og hava reina samvitsku, men fær skriftafaðirin í móthugi at fullnøkta girnd sína.

Konan, sum svíkur góðtrúna mann sín, finst at kalla í øllum skaldskapinum. Og sum vera man verður sagt frá vænari, ungari kvinnu úr Florens, ið gift var einum riddara. Meðan hann er heimanífrá, hevur hon tveir fríggjarar hjá sær í loynd – uttan at annar visti av hinum. Einaferð kemur maður hennara óvæntað heim, men tann ráðsnara konan og hjámenn hennara sleppa snikkaleys. Fyrst biður hon annan teirra, Lambertuccio, sum hevði tjóðrað hest sín í borgargarðinum, taka knív í hond og seta hvøss eygu meðan hann fór stórleypandi niður trappurnar og ikki siga annað enn: »Bíða bara, eg skal fáa hendur á honum.« Um maður hennara steðgaði honum ella spurdi hann um nakað, skuldi hann ikki øna aftur, bert halda beina kós, setast á hestin og ríða av garði.

Lambertuccio gjørdi sum hon beyð. Fór stórleypandi niður trappurnar, streyk fram við tí bilsna húsbóndanum og tvísporaði avstað við hesti sínum. Komin upp trappurnar, sær riddarin á ovasta trini konu sína frá sær sjálvari av ræðslu. Hann spyr, hvat er á vási, hví Lambertuccio kemur við slíkum hóttanum og slíkum skundi út úr húsi hansara. Konan fer at durunum innar í sovikamarið so at hin hjámaðurin, Leonetto, ið fjaldi seg aftan fyri seingjartjaldið, skuldi hoyra hana. So segði hon: »Aldrin í lívinum havi eg verið so ræðslusligin sum í dag. Ein ungur maður, sum eg ikki kenni, og sum harra Lambertuccio elti við knívi, flýggjaði inn higar og krógvaði seg her, rann seg beint á hesa hurðina og bønaði meg higstandi: ‘Æraða frúa, fyri Guds náðir, hjálp mær, so eg ikki verði dripin fyri tínum eygum’. Eg skuldi spyrja um navn hansara og hvat bagdi, tá Lambertuccio kom og gelti: ‘Hvar ert tú, títt bartrog.’ Eg stillaði meg beint framman fyri honum og forðaði honum at fara innar í kamarið. So mikið av fyriliti sýndi hann, at hann ikki trokaði seg innar ímóti mínum vilja, men fór eftir ógvusliga deilan okkara millum sín veg, sum tú beint nú hevur sæð.«

»Rætt gjørdi tú,« segði riddarin við konu sína. »Tað hevði verið okkum ein óbótalig skemd, um ein fremmandamaður varð dripin í okkara húsi.« Síðan spurdi hann konuna, hvar fremmandamaðurin fjaldi seg. »Hvar ert tú? Kom bert fram, tær nýtist einki at óttast longur!« segði konan. Og so var allur vandi av hjá teimum øllum.

Líka so ráðsnar sum riddarafrúan í Florens var riddarafrúan Beatrice í Bologna, sum var ásttikin í einum av tænarunum hjá manni sínum, og til tess ikki at vera órógvað á loynifundum sínum við hann, pentaði hesa søgu saman fyri manni sínum, Egano: »Tá tú í dag var farin á veiðiferð, var Lodovico,« soleiðis æt tænarin, »so frekur at lokka meg til at vera tær ótrúgv. Eg lætst at gera honum eftir vild, lovaði at koma oman í urtagarðin á midnátt og bíða honum undir pinjutrænum. Og vilt tú royna lýdni tænara tíns, skalt tú fara í ein av kjólum mínum, sveipa slør um høvur títt og bíða honum í urtagarðinum.«

Egano var ikki meira enn uttandura, so lá Lodovico í hansara stað í himmalsongini. Tá Egano hevði bíðað nóg leingi í urtagarðinum, bað tann snilda frúan fríggjara sín fara oman til hansara í urtagarðin og læt hann fáa ein sterkan stav við sær. Og tit kunnu ætla, at har var leikur: »Trúleysa kvinna,« deildi Lodovico, »heldur tú, at eg fari at fremja slíka níðingsgerð móti harra mínum? Eg skal læra teg!« Síðan tók hann at lemja kvinnuklædda húsbóndan við stavinum. Egano tók til beins áðrenn Lodovico varnaðist, at tað var hann og ikki konan, hann bardi. Og Lodovico í hølunum á honum rópandi: »Fjandin eigi teg, illavorðna teys. Bíða bara, í morgin sigi eg Egano frá øllum!«

Soleiðis fekk riddarin prógv fyri, at konan var honum trúgv og tænarin honum hollur. Seinni stuttleikaðu tey sær óført yvir hesa hending.

Søgurnar í Dekameron siga eisini skemtiliga frá prestum, munkum og nunnum, sum lótust at vera gudrøkin og siðarein, men í roynd ikki vóru tað. Tað er ikki tí, at Boccaccio leggur eftir kirkjuni sum stovni, at hann speirekur tænarar hennara. Og tað var ikki tann fatanin, samtíðar kirkjumenn høvdu heldur – í einum landi og einari tíð har pávakirkjan hevði fastatøkur á øllum samfelagslívi og kundi varpa hvønn tann á bálið, hon vildi fyri ranglæru og spottan.

Ein slík søga er onnur søgan fyrsta dagin, um tann fróma gýðingin Ábraham, sum var umvendur til kristna trúgv, tá hann vitjaði í Róm og har sá, hvussu prelatarnir í býnum tíggjaðu sær og máaðu støðið undan kristnu læruni við óargagirnd. »Tá ið eg nú síggi,« sigur Ábraham, »at teir ikki kunnu vinna á mál við gerðum sínum, men at trúgv tykkara tvørturímóti veksur og verður meira klár og lýsandi, haldi eg meg av røttum kunna síggja halga andan, og bara hann, sum sanna og heilaga støðið og stuðul, og meðan eg áður stóð stívur og kaldur fyri øllum hesum tileggjanum, sigi eg nú bart út, at einki longur skal forða mær at gerast kristin…«

Knýtt at hesari søgu er ein onnur um lívið í einum lombardiskum kleystri, har nunnurnar avdúkaðu abbadissuna, at hon ikki var tann fróma kvinnan, hon átti at vera í slíkum starvi, og lætst at vera. At annað kom undan kavi, skyldaðist eini ungari, hábornari nunnu, Isabetta at navni, sum hevði mannfólk í klivanum hjá sær. Tvær av kleystursystrunum fingu frænir av hesum og fóru á náttartíð at banka á dyrnar hjá abbadissuni at klaga Isabettu. Abbadissan tveitti í skundi klæði uttan á seg og spurdi, hvar tann synduga nunnan var. Og við báðum kleystursystrunum í hølunum á sær fór hon í skundi at klivanum hjá Isabettu, og rætt var sum sagt var henni.

Allar nunnurnar vórðu kallaðar saman í felagshøllina, og har gav abbadissan Isabettu rættiliga av grovfílini. Henda neyðars nunna sat kvirr og hugdi niður. Men tá so abbadissan hevur andarhald, lítur Isabetta upp. Tá varnast hon, at abbadissan um høvur sítt hevur eitt plagg, hon ikki var von at hava. Og brádliga fekk Isabetta mót at siga: »Æraða abbadissa, knýti fyri Guds skyld hettu tygara saman.« Og so vendi hon sær ímóti hinum nunnunum: »Hvat halda tit?« Tær sóu nú, at abbadissan ikki bar tann vanliga hvíta høvuðdúkin, men einar mannfólkaundirbuksur við knæbendlum. Í skundi hevði henda fróma kvinnan í myrkri latið seg í hetta avdúkandi plaggið. Og mistakið hevði sínar orsøkir í, at abbadissan sjálv hevði mannfólk á vitjan hesa somu náttina, og ongum mætari enn sjálvum presti.

Slík pínlig støða hevði sjálvandi við sær, at avhoyringin og revsitalan máttu steðga. Annars spurdist tað, at Isabetta ikki var tann einasta, sum fongd var av »holdsins syndugu girnd«.

Harmasøgan

um drongin og falkin

Men tað eru ikki allar søgurnar í Dekameron, ið eru so skemtiligar. Her eru eisini nakrar hjartanemandi harmasøgur. Ein teirra er um tann háborna florentinska riddaran og verðinsmannin Federico, sum bar tokka til ta vøkru og dárandi Donu Giovannu.

Fyri at vinna tokka hennara hevði hann mong stórsligin gildi og kappleikir. So ríkiliga varð tikið til, at hann fór á ørmundarhús. Og alt til fánýtis, Giovanna var framvegis manni sínum trúgv. Tað einasta, Federico átti eftir, var ein falkur, sum ikki hevði sín líka í allari verðini.

Men so hendir tað, at Dona Giovanna verður einkja. Um summarið fóru hon og ungi einkarsonurin til eina lítla bygd nærhendis bústaði Federicos at ferðast. Sonurin og Federico gjørdust skjótt góðir vinir og vóru mangan á veiðiferð saman. Og drongurin gjørdist so hugtikin av tí sjáldsama falkinum, at hann ikki kundi hugsað sær at átt nakað annað í verðini enn hann. Men at biðja Federico um falkin komdi hann sær ikki.

Ein dagin gerst drongurin álvarsliga sjúkur, og sum vera man var mamman sera hørm um einkarbarn sítt. Hon lovaði at geva honum alt, hann ynskti sær, bara hann varð frískur aftur. Tá segði hann, at um hann fekk falkin hjá Federico, fór hann at gerast so fegin, at hann uttan iva varð frískur aftur.

Tað vóru tung spor hjá Giovannu, tá hon saman við vinkonu sínari fór at biðja Federico um yndisfalk hansara. Federico gjørdist ovurfegin um hesa óvæntaðu vitjan, og áðrenn Giovanna fekk borið fram ørindi síni, hevði hann boðið báðum kvinnunum at eta døgurða saman við sær. Men hvørjum skuldi hann borðreiða við? Har var tómur kovi. Har var einki annað at gera enn at avlíva falkin. Hann var feitur og fór uttan iva at verða góður døgurði. Og so varð gjørt.

Tá tey høvdu etið og kvinnurnar fóru frá borði, sigur Giovanna ørindi síni og spurdi Federico, um hon kundi fáa falkin at geva soni sínum. Federico fekk ikki svarað henni fyri harmi. Gráturin bilgdist í honum og køvdi orðini. »Ongantíð,« segði hann umsíðir, »ongantíð hevur lagnan verið mær so vond.« So segði hann henni frá tilgongdini – at hann hevði dripið falkin í gleði um at fáa vitjan av so hábornari kvinnu sum henni.

Sorgarbundin fór Giovanna aftur til sjúka son sín, og stutt eftir doyði hann. Leingi syrgdi Giovanna son sín, og har var eingin, sum kundi ugga hana. Men í sinni sínum bar hon kortini Federico tokka, tí sjálvt ikki tann svárasta neyð og armóð høvdu vunnið á stórsinni hansara.

Og so kann lesarin sjálvur hugsa sær tann lukkuliga endan, søgan fær.

Endurnýggjaði

stuttsøguna

Við Dekameron var Boccaccio íbirtarin til ta nýggju stuttsøguskrivingina, sum tók seg upp í fjúrtandu øld. Og endurmenningartíðin (renæssancan) var í uppkomu. Søgurnar, sum skrivaðar vóru í miðøld, vóru meira einfaldar og leysar, og annars smásøgunum líkar, ið sagdar vóru um navnframar persónar tá í tíðini.

Ofta var eitt skálkabros á varrum Boccacciosar – hitt sama, sum sást spæla á varrum François Voltaires og Anatole Frances. Men Boccaccio var eisini hálvur samlandi teirra, hesar gallisku skaldabrøðurnar; móðir hansara var úr París. Pápin hitti hana á eini av handilsferðum sínum í franska høvuðsstaðnum.

Við skaldaverkum Boccacciosar mentust italskar bókmentir í samsvari við tíðarinnar krøv. Dante legði nýtt lendi inn undir italska skaldskapin á bundnum máli, Boccaccio á óbundnum máli. Hann tamdi málið til gott og liðiligt amboð eins meistarliga og tónleikari ljóðføri sítt. Boccaccio gav søgunum listarligt skap og spennandi innihald. Tær vórðu nú veruligar bókmentir. Við hansara penni var tað italska málið ført fyri at bera fram einhvønn tanka og eitthvørt huglag, djúpastu sorg og kátastu gleði.

Men Boccaccio ikki bara skrivaði og hugsaði um ástarbrøgd. Eins og Petrarca var hann stórliga hugtikin av fornmentanini. Og sum tíðin leið broyttist hetta káta skaldið til ein meira álvarsaman lærdómsmann. Í miðøld var grikskt burturgloymt uttan fyri Býzansríkið. Fyrsta lærdóm sín í grikskum máli fekk Boccaccio frá einum lærara úr Suðuritalia. Ovurfegin var Boccaccio um at hava lært henda mann at kenna, tí við grikska málinum hevði hann fingið lykilin til ein heim, ið goymdi ríkar andligar mentir.

Seksti ára gamal tók Boccaccio við sum professari á lærda háskúlanum í Florens, har hann mest undirvísti í verkum Dantes. Men sjúka tarnaði honum mangan í arbeiðinum. Í brøvum til vinir sínar gremur hann seg; sigur seg vera so illa á holdum komnan, at teir valla fara at kenna seg aftur – bleikur, skjálghentur, visin og legghokin. Lívið kendist sum ein byrða. Og fast tók tað honum at frætta deyðsboðini um aðalvin sín Petrarca. »Eg havi grátið alla nátt,« sigur hann í brævi til ein vinmann. »Ikki tí, at eg harmist hann, tann frægasti av øllum monnum, sum nú er loystur frá øllum jarðarinnar kvølum og hevur fingið himmiríkis sælu, men tí at eg harmist meg sjálvan og hinar vinir hansara, sum eru einsamallir og hjálparleysir eftir á lívsins stormbardu strondum.«

Árið eftir – 21. desember 1375 – andaðist Boccaccio, 62 ára gamal. Hann var kvinnukærur, men ongantíð giftur. Tey børn, hann átti, doyðu undan honum.

Ágiti við

siðspekiligum bókum

Tey framúr góðu frásøguevni, Boccaccio átti, og tað ágiti, hann vann sær við teimum, elvdu fleiri – bæði samtíðarmonnum og eftirtíðarmonnum – at fylgja hansara fyridømi.

Í Italia vóru trúgvastu lærisveinar hansara Sacchetti og Bandello, í Fraklandi Marguerite av Navarra og La Fontaine. Og ávirkan hansara merktist heilt fram í nítjandu aldar skaldskap, til franska rithøvundin Guy de Maupassant (1850-1893); fyrst og fremst kendur sum stuttsøgurithøvundur. Árini millum 1880 og 1890 fekk Maupassant nógv av skafti, skrivaði seks skaldsøgur og 300 stuttsøgur.

Men Boccaccio er ikki einans tann altrái og dartandi konufólkarevurin í italskum miðaldarástarsøgum, tí hann hálsar beinleiðis um longu í tí fyrsta verkinum, hann gevur út eftir Dekameron. Í »Il Corbaccio« (1355) hartar hann kvinnuna. Corbaccio merkir ‘ravnur’.

Eitt gátuført heiti, men tað ófrættakenda, ið loðar uppi við hesum fugli, nýtir Boccaccio sum høvi at bera fram siðspekiligu hugsanir sínar – og tað eru hesar moralprædikur hansara, og ikki Dekameron, ið hann vann sær ágiti við í samtíðini. Og her verður hann hugvísindaliga flokkaður.

Men í okkara tíð stuttleika vit okkum óført yvir Dekameron. Boccaccio fór undir at skriva verkið í 1350 og var liður í 1353. Hesar munnlættu frásøgurnar kundu saktans verið skrivaðar í dag.