Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kópakonan í brimi

Oliver Joensen

 Í vikuni sum fór, fingu vit hesar báðar myndirnar sendandi frá Jákup Marnar Anthoniussen, ið hevur tikið tær. Hóast nógv brim hevur verið, síðani hin minniliga dagin fyri árum síðani, tá Kópakonan var sett á Stórakneysa í Mikladali, hevur brimið mangan skola inn yvir kópakonuna og enn stendur hon sum drangur í brimi.

Sigast má, at Kópakonan veruliga er vorðin ein ikon og eitt must hjá bæði lokalum og fremmandum fólki at uppliva. 

Nógv eru tey, ið fara í Kalsoynna at síggja hesa uniku standmyndina, ið við síni staðseting er heilt einastandandi, eisini í heimshøpi.