Kópakonan, ið stendur á Stóra kneysa í Mikladali, hevur eina “systir”, ið nú stendur í tí partinum av Klaksvíkar Skúla, sum áður var Ósáskúlin.
Orsøkin til hetta er, at fyrireikararnir av standmyndini av Kópakonuni, Olivur Thomsen, Ólavur Samson og Oliver Joensen, ein bólkur undir Sjómmannadegnum, hava tryggja sær eina arbeiðisupprunamynd, sum Hans Pauli Olsen, myndhøggari hevur brúkt í tilevningini av standmyndini, ið stendur á Stóra Kneysa.
Hendan upprunamyndin, sum er gjørd í akryl gipsi, er ein neyv spegilsmynd av Kópakonuni á Stórakneysa, og skal brúkast til eina nýggja avstoyping, um tað skuldi hent, sum vit ikki rokna við fer at henda, at Kópakonan á Stóra Kneysa fer í briminum ein ógvusligan ódnarveðursdag.
Hendan akryl myndin er, saman við øllum rættindum í samband við Kópakonuna, keypt frá Hans Paula Olsen, myndahøggara, og er sostatt ein trygd, ið kann nýtast um tað ringasta hendir, at Kópakonan skal stoypast í bronsu einaferð afturat. Eisini, um ein armur, bein ella eitt nú høvdið skuldu brotna av, so ber til at stoypa nýtt eftir modellinum í “Ósáskúlanum”.
Fyrireikingarbólkurin skuldi finna eitt stað at goyma hesa upprunamyndina, og avgjørt var at gera eitt glasbúr kring um akryl modellið, soleiðis at tað kann standa trygt og órørt. Saman við Svend Sivertsen frá Fugl Ark, var funnið fram til at seta Kópakonuna í niðastu hædd á Ósáskúlanum, tætt við evnisstovuna og náttúrustovuna, soleiðis at hon í dag stendur sum partur av kreativa partinum á skúlanum.
Tey, ið enn ikki hava sæð Kópakonuna, kunnu ganga sær ein túr niðan í skúlan at skoða upprunaverkið hjá Hans Paula Olsen, myndhøggara, ein standmynd, ið helst hevur verið mest umtalaða standmyndin í Føroyum nakrantíð.




