Í Mikladali ídag. Ørindini vóru fyrilesturin hjá Ennu Garðshorn Mikkelsen, sum var eitt av teim seinastu eventunum í skránni hjá Føroya Sjómannadegi.
Hetta var eisini eitt gott høvi aftur at hyggja at kopakonuni, nú patineringin ella irringin um tú vilt, er komin longur.
Og vit kunnu sanna orðini hjá listamanninum Hans Paula Olsen, at hon gerst vakrari og vakrari. Her eru nakrar myndir í ljósinum í dag, í skýmingini og í myrkrinum.




