Tað eru ikki hissini tøl, kalsoyarferjan Sam kann vísa á eftir at Kópakonan er komin at standa á helluni í Mikladali.
Líka síðani standmyndin eftir Hans Paula Olsen, myndahøggara varð sett upp, hava fólk í Mikladali boðað frá stórari framgongd í gestum í bygdini.
Nú tølini frá Strandfaraskipum Landsins eru almenn, boða tey frá ógvusligari framgongd í ferðafólkatalinum á Kalsoynni.
Sum sæst niðanfyri, so flutti sam teir tríggjar dagarnar 30. Og 31.juli og 1. August tilsamans 2.823 ferðafólk um Kalsoyarfjørð. Tølini fyri august frátikin fluttningstølini fyri 1. August, sum var stóri dagurin tá Kópakonan varð avdúkað og tá sera nógv fólk vóru og vitjaðu, eru ógvuliga stór.
Dagarnar aftaná avdúkingina, tað vil siga frá 2. August og til 31. August hevur sam flutt 6.229 ferðafólk um Kalsoyarfjørð. Til sammetingar sæst, at talið fyri sama mánaða í 2013 er 4.346 ella, sum sæst á yvirlitinum frá Strandferðsluni, so er talan um eina hækking í ferðafólkatalinum hjá Sam fyri august mánaða í ár heili 43,3 prosent.
| Ferðafólk avgust 2014 | 6.229 | ||
| Ferðafólk avgust 2013 | 4.346 | ||
| Munur | 1.883 | ||
| Hækking í mun til 2013 | 43,3% | ||
Hesi tølini sum tit hava fingið, eru frá 2 – 31. August 2014.
Í samband við sjálva avdúkingina av Kópakonuni, førdi Strandferðslan
30/7 + 31/7 + 1/8 tilsamans 2.823 ferðafólk aftur og fram á Kalsoyarleiðini.




