Kalsoyardagurin var sera væleydnaður. Nakað av regni var seinnapartin, men um kvøldið kláraði í aftur, so alt í alt fingu fólk ein fínan dag.
Tað var Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, sum setti stevnuna niðri á Stórakneysa á helluni í Mikladali, har Stórikneysi og kópakonan við Kunoynni og Heystmúla í bakgrundini myndaðu pallin. Vakrari palur finnst neyvan.
Seinni á degnum, uppi í túninum var tað Klaksvíkar Dansifelag sum legði fyri við at skipa Kópakvæði.
Røðan hjá Jógvan Skorheim, borgarstjóra og nakrar myndir niðanfyri:
Góðan dag, øll somul!
Í eitt ár hevur Kópakonan staðið her í Fjøru. Í brimi og brotum hevur hon staðið stinn. Aldurnar hava skolað, vindurin hevur rykt, og regnið hevur herjað á, men Kópakonan hevur staðið vøkur og spelkin. Einki kann vika hana, eingin kann flyta hana.
Kópakonan hevur hetta seinasta árið verið minst líka dragandi og lokkandi mótvegis fólki, sum hon var móti bóndanum á Sunnangarði í Mikladali á sinni.
Vitjaninar her í Kalsoynni eru seinasta árið blivnar túsundtals fleiri, og lítið er at ivast í, at Kópakonan er høvuðsorsøk til stóra vøksturin. Framvegis kann hon draga við sínum vakurleika, Kópakonan!
Tað er ikki so løgið, at hon lokkar fólk til sín, tí hon er hugtakandi at líta á.
Tá ið verkið hjá Hans Paula Olsen varð avdúkað fyri einum ári síðani, vóru onkrar røddir, sum høvdu hug at finnast at hugskotinum og verkinum. Tey flestu hava tó tikið sera væl ímóti Kópakvinnuni, og eg rokni við, at eftirtíðin fer at staðfesta Kópakonuna sum eitt satt meistaraverk.
Við hvørt skulu tey stóru og mest spennandi hugskotini hava tíðina í sínum parti fyri at fáa ta viðurkenning, tey hava uppiborið.
Franskur mótaskapari segði um kvinnur, at tær skulu fram um alt annað verða tvey ting: Tignarligar og ævintýrkendar. Vit kunnu siga, at Kópakonan er júst hetta. Høg og hábærslig – sagnvorðin og undrunarverd.
Hon hevur eisini náttúruna í sínum parti, tí her niðri í Fjøru kann bæði verða vakurt og friðarligt, men eisini illfýsið og illsligt á vetri. Spælið millum Kópakonuna og náttúruna er stórsligið, og teir dagar, tá ið brimið brýtur, og sjógvur skolar, er Kópakonan kanska vakrari enn nakrantíð.
Kópakonan er eisini í miðdeplinum, nú skipað verður fyri einum forvitnisligum degi her í Kalsoynni. Kalsoyardagurin hevur fingið nýtt flog, nú Kópakonan eisini er komin upp í leikin og kann geva oynni og degnum nakað heilt serstakt.
Hesin dagurin hevur verið góður higartil, og nógv er eftir at fáa við. Nú savnast vit eina løtu her í Mikladali rundan um Kópakonuna til eina hugnaliga løtu við røðum og tónleiki.
Tiltakið, tit skipa fyri her í Kalsoynni í dag, er frálíkt, og undirtøkan fyri tí er eisini góð. Hetta kann veruliga blíva ein afturvendandi dagur, sum kann gera nakað gott fyri oynna og geva fólki úr øllum landinum og útlandinum eina góða uppliving.
Eg takki fyri, at tit hava skipað fyri hesum degi, og eg vóni, at hann verður framhaldandi góður. Eg vóni eisini, at Kópakonan verður standandi her og ikki ger sum á sinni, tá ið hon rýmdi av oynni aftur.
Eg skal ynskja tykkum øllum vælkomin til hetta tiltak niðri í Fjøru og vóni, at vit fáa eina hugnaliga løtu saman.
Takk fyri!




