Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kópatúrur í Vágunum

Oliver Joensen

Nú er møguleiki at fara til látrar við vágamonnum. Kunningarstovan í Vágunum stendur fyri áhugaverdum túri.

Nær hevur tú seinast latið teg avmyndað saman við einum livandi kópi? Ha??


Ja, tað man vera rættiliga langt síðan ella allarhelst ongantíð.
Nú er møguleikin har, tá Vága kunningarstova skipar fyri látraferð við myndatólinum leygardagin 15. oktober, ella tá veðrið loyvir tí, nú kópurin leggur og er á landi hjá hvølpinum fyrstu tíðina eftir, at hann hevur lagt. Siglt verður av Sørvági ella Oyrargjógv, eftir sum veðurlíkindini eru til, og farið verður upp á land við látrini norðanvert. Frávik frá tíðarfreistini kunnu gerast við stuttari ávarðing. Havið heit klæði við, tí møguleiki er fyri at gerast vátur.
Bindandi tilmelding á Vága kunningarstovu tlf. 33 34 55 ella við telduposti til vagar@post.olivant.fo í seinasta lagi fríggjadagin 7. oktober. Avmarkað luttøka. Kostnaður kr. 500,-