Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Koppsetigin fyri H1N1 fær lítla undirøku millum starvsfólk í føroyska heilsuverkinum

John William Joensen

Umleið 80% av starvsfólkunum í føroyska Heilsuverkinum siga nei takk til tilboði frá landslæknanum um at lata seg koppseta móti H1N1

William Smith, smittuverjufrøðingur hjá heilsuverkinum sigur at umtalan av koppingarevninum hevur verið sera negativ og staðfestast kann at hetta ávirkar eisini fólk innan heilsuverkið.

– Tey allar flestu sum eg havið tosað við eru í iva um hvørt tað er rætt at lata seg koppseta ella ikki.

– Eg kann ikki áleggja fólki at gerða nakað sum helst, men tað er eingin ivi um at umtalan í fjølmiðlunum hevur ikki verið serliga gagnlig. Hinvegin hava heilsumyndugleikarnir viðmælt koppingarevnunum eins og teir gera í samband við onnur koppingarevni, men tað sum fólk serliga hava givið ans eru søgur um at onkur skal verða deyður av koppingarevninum.

– M.a. var ein søga í norskum fjølmiðlum um ein sjúkling, sum doyði stutt eftir at hann hevði latið seg vaksinera móti H1N1. Men eftirfylgjandi kanningar hava staðfest at viðkomandi doyði av hjartasjúku og ikki av hjáarinum frá koppingarevninum.

– Men negativa umtalan í fjølmiðunum gerð at fólk kenna seg ótrygg og eg kann bara staðfesta at ótryggleiki eisini er millum starvsfólk í heilsuverkinum.

Læknar og aðrir starvsfólkabólkar eins ivasamir
Fyristøðukvinnan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, Jona Nielsen, sigur at færri enn 20% av starvsfólkunum hava tikið av tilboðinum um at lata seg vaksinera.
Í fráboðanini frá landslæknin verða ymiskir vandabólkar nevndir. Eitt nú tey, ið hava niðursett lungnavirkni, astma, hjartasjúku, sukursjúku, niðursetta immunverju og fólk við høgari yvirvekt (BMI meira enn 40).  Beint undir hesum vandabókum eru starvsfólk innan heilsuverkið og fyri góðari viku síðan vóru listar sendir runt til allar deildir á sjúkrahúsinum í Klaksvík har starvsfólk kundi siga ja ella nei til at lata seg koppseta.

– Eg dugi ikki at siga hvør orðsøkin er, men kann bara staðfesta at minni enn 20% av starvsfólkunum á Klaksvíkar Sjúkrahúsið hava tikið av tilboðnum, sigur Jona Nielsen, fyristøðukvinna, sum eisini staðfestir at baði millum læknar og aðrar starvsfólkabólkar á Sjúkrahúsinum er áhugin fyri at lata seg vaksinera eins lítil.

Ronnié Midjord, sjúkrahússtjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsið kann einki siga um hvussu undirtøkan er millum starvsfólk á Suðuroyar Sjúrkhúsið tí at tilmeldingarlistarnir júst vóru lagdir út á deildirnar.