Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kórið í Christianskirkjuni hevur 5 ára jubileumskonsert

Helgi Abrahamsen

Sunnukvøldið 29. januar klokkan 20 hevur kóri í Christianskirkjuni jubileumskonsert, í sambandi við at tað tann 10. januar vóru liðin 5 ár síðani kórið varð stovnað.

Sunnukvøldið 29. januar klokkan 20 hevur kóri í Christianskirkjuni jubileumskonsert, í sambandi við at tað tann 10. januar vóru liðin 5 ár síðani kórið varð stovnað.

Kórið syngur í høvuðsheitum til gudstænastur og konsertir og frá byrjan hevur kórið luttikið saman við Klaksvíkar Hornorkestri til árligu jólakonsertina í Christianskirkjuni. Eisini hava aðrar uppgávur verið á skránnið hesi 5 árini, meðan kórið hevur verið virkið. Kórið sang til gudstænastuna í Dómkirkjuni á Ólavsøku 2013 og eisini hevur kórið verið á tveimum uttanlandsferðum.

Á konsertini sunnukvøldið fer kórið at syngja sálmar og satsir, sum eru vandir frá byrjan, og kirkjuliðið fær høvi at syngja við til tveir sálmar. Marjun Lómaklett, fer eisini at hava eina stutta andakt. Aftaná verða øll boðin í kirkjukjallaran til ein drekkamunn og lagkøku.

Hjúnini Jóhanna Johannessen og Ólavur Johannessen eru kórleiðarar.


Kelda: www.folkakirkjan.fo