Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kørini komin upp á pláss

Oliver Joensen

Eitt av tiltøkunum á Sjómannadegnum er kørini við livandi fiskum, krabbum og øðrum, og tær fyrireikingarnar eru farnar ígongd.

Tað er Hjaltur Poulsen, ið stendur fyri hesum tiltakinum, og Hjaltur sigur, at tað hevur gingið skjótt og væl at rigga til kør, pumpur og tað, sum skal til, og harafturat eru fyrstu fiskarnir longu komnir í kørini norðuri á Stongunm.
Rúsur eru settar út ymsastaðni, so dagarnar í komandi viku fara vit at síggja alt fleiri og fleiri fiskasløg í kørunum.
Í fjør eydnaðist at fáa hendur á einum livandi springara, sum bleiv eitt rættuligt skoop hjá Sjómannadegnum, men enn hevur tað ikki eydnast at fáa nakað líknandi, men allar vónir eru ikki brostnar enn.
Grindamannafelagið hevur harafturímótið fingið tveir hvalir at skera upp á Sjómannadegnum, hesir eru frystir niður, og vera tiknir úr frystugoymsluni í vikuni.