sunnudagin, 24. apríl kl. 19:30
Fyri trimum árum síðani var Leif Martinussen , organistur og tónasmiðjur, og Ole Reuss Schmidt , organistur og kórleiðari, á vitjan í Føroyum og hildu orgulkonsertir í Fuglafjarðar kirkju og Christianskirkjuni. Hetta var í mai – ein stak sjáldsom konsert, har Svafa Thorhallsdottir, íslendsk sopran, sang t. d. nýgjørd løg á føroyskum og íslendskum, sum Leif Martinussen hevði tónsett.
Nú kemur Ole Reuss at vitja við kóri sínum, Euphonia. Hann er organistur við Korsvej kirkju, Sirgæsvej 81 í Kastrup. Kórið fer at hava konsert í Fuglafjarðar kirkju, sunnukvøldið 24. apríl kl. 19:30.
Kórið hevur eisini konsert fríggjadagin, 22. apríl, kl. 19:30 í Vesturkirkjuni og leygardagin, 23. apríl kl. 16:00 í Christianskirkjuni.
Ole Reuss fer at spæla upp á orgul: Toccata av Bach, Fuga í F-dur, BWV 540. Kórið fer at syngja verk av tí týska renæssancukomponistinum, Melchior Franck (1579-1639) og tí italienska tónaskaldinum, Palestrina (1525-1594) og sálmasang fara vit eisini at hoyra.
Í kórinum eru 13 væl skúlaðir sangarar, sum syngja sum Guðs einglar.
Vinaliga
Frits




