Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Korona frá gulum til reytt

Jóhann Lützen

Kjak er á facebook í kvøld nær løgmaður fer at boða frá nær vit eru í stig 3 viðvíkjandi korona

Tað er Kristian Eli Zachariassen sum á sínum facebook vanga byrjar eitt kjak, sum hevur fingið nógvar viðmerkingar. Í dag vóru 180 nýggir korona smittutilburir. Fólk eru ymisk á máli, hvussu myndugleikarnir finna miðaltalið pr. dag. 

 

Kristian Eli skrivar:

 

Tann brennandi spurningurin er nú – boðar løgmaður frá í kvøld ella í morgin, at vit nú eru í stig 3 viðvíkjandi korona?

Miðal smittutal teir seinastu 7 dagarnar er nú 77,57 og skal stig 3 íverksetast, tá ið miðaltalið hevur verið yvir 75 fólk smittað í miðal teir seinastu 7 dagarnar.

Teir seinastu 7 dagarnar hava dagligu tilburðirnir verið:

28 des: 180
27 des: 106
26 des: 4
25 des: 30
24 des: 76
23 des: 65
22 des: 82

Samanlagt 543 smittað, ið gevur 77,57 tilburðir í miðal fyri teir 7 dagarnar