Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kórsangur í Fuglafjarðar kirkju.

Meinhard Bjartalíð, prestur

Sunnukvøldið 26. apríl kl. 19 verður konsert í Fuglafjarðar kirkju. Tað eru Fuglafjarðar sangkór og Kór Glyvra kirkju, ið fara at syngja undir leiðslu av bretska kórleiðaranum og urguleikaranum Michael Bawtree. Við orglið situr skotski urguleikarin Benjamin Fowler. Sungin verða verk eftir eitt nú Mendelssohn, Stanford, Elgar, Benjamin Britten og Judith Bingham.