Høvuðstaðarpressan hevur seinastu tíðina roynt at ávirka føroyingar til at vera fyri Føroyum sum eitt valdømi. Seinasta skotið á stammuni er oddagrein í Dimmalætting, ið ikki eigur at standa einsamøll:
Løgtingsformaður fór út um sínar heimildir
Árni Gregersen, blaðmaður, hevur í oddagrein í Dimmu í dag sítt íkast til politiska kjakið um uppskotið hjá Edmundi Joensen, løgtingsformanni, um Føroyar sum eitt valdømi. Árni leggur harðliga út við at kalla tíðindini í Útvarpi Føroya um, at løgtingsformaðurin hevði lagt uppskotið fram fyri “orðavavstur”. Sami harðligi stílur verður hildin, men nú við einum háðandi íkasti, tá blaðstjórin fer víðari til kelduna: “Ein løgfrøðing” sum kom við einari teoretiskari tulking úr stýrisskipanarlóg okkara og harvið róði framundir, at uppskotið hjá Edmundi ikki kann viðgerast av tinginum. Árni er fortørnaður yvir, at vit hava eina sovorðna stýrisskipan í Føroyum. Hann mælir til broyting í lógini, so løgtingsformaðurin Edmund fær nýggja tign og nýggjan status, so hann fær heimild at leggja uppskotið fram.
Veruleikin er, at Edmund Joensen sjálvandi hevur heimild sum tingmaður at leggja uppskot fram, men so má hann gera tað undir somu treytum sum aðrir tingmenn. Edmund valdi, øllum føroyingum kunnugt, at leggja uppskotið fram við júst teirri størri alfaðirligi tignini, sum løgtingsformanssessurin gevur. Hann grundgav alment, hví hann valdi tað, við m.ø teimum framíhjárættindum, hann hevði sum formaður, at kunna nýta umsitingina at orða, laga til og skriva fyri seg, so uppskotið var í lagi, tá tað kom í tingið.
Uttan at vera løgfrøðingur, kann ein ímynda sær, at formansskapurin skal leiða og skipa fyri løgtingsarbeiðinum. Løgtingsformaðurin, við síni størri tign, skal í hesum sambandi vera so uttanveltaður sum møguligt fyri ikki at órógva ella avlaga viðgerðirnar politiskt, men heldur vera savnandi. Annars kunnu vit vísa til Sjúrð Rasmussen, fyri at fáa nágreiniliga tulking av evninum. Hann er ikki bara “ein løgfrøðingur” men royndur á økinum og var tí í fremstu røð, tá stýrisskipanarlógin varð smíðað.
Oddagreini í Dimmu er undirhaldandi, men má metast sum ein heldur hjálparleys roynd at bera í bøtuflaka fyri tann álvarsliga veruleika, at løgtingsformaðurin, Edmund Joensen, við framferð síni fór út um sínar lógarheimildir. At onkur annar formaður møguliga hevur gjørt mistøk, bøtir ikki um hetta málið.
Tá blaðstjórin harmast um, at Edmund fysiskt bert er ein persónur, og í tí sambandi næstan hevur hug at vísa á møguleikar við kloning, fara vit at mæla frá. Hinvegin hava vit einki ímóti størri tign.




