Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kortanei til lorvíkingar

John William Joensen

Tað er alt ov vánaligt, at landsins myndugleikar ikki enn hava funnið útav at loysa trupulleikan viðvíkjandi ferðsluni ígjøgnum Leirvíksbygd í sambandi við Norðoyatunnilin.

Bygdarráðið í Lorvík skal ikki leggjast undir at hava drálað í málinum, tí tað var greitt beinanvegin tá projektið um Norðoyatunnilin varð lagt fram, at Lorvíkingar ynsktu ikki tungu ferðsluna ígjøgnum tættbygda økið í bygdini, og heldur ikki vóru tey í Lorvík glað fyri, at ein breiður landsvegur skar ígjøgnum potentiella byggiøkið omanfyri bygdina.
Tí varð beinanvegin tosað um ein tunnil undir Lorvíksbygd.
Men tíðin er gingin, Norðoyatunnilin er um at vera liðugur og enn hava landsins myndugleikar ikki megnað at loyst málið um ferðslu ígjøgnum Lorvík.
Kanska kann eisini nevnast her at parturin hjá landinum Borðoyarmegin heldur ikki er nøktandi loystur, við tað at tað nú vísir seg, at peningur ikki er tøkur til ætlaðu rundkoyringina við Oyravegin. Eitt margháttligt fyribrygdið, tá hugsað verður um allar hundratals milliónirnar, sum longu eru nýttar til Norðoyatunnilin.
Aftur til trupulleikan hjá landsmyndugleikunum í Lorvík.
Í tíðindaskrivi í vikuni heitir eitt samt bygdarráð í Lorvík á Løgtingið og føroya Landsstýrið um ikki at útseta avgerðina viðvíkjandi farleiðinum um Leirvík í samband við Norðoyatunnilin, sagt verður, at bygdarráðið einmælt hevur samtykt at tilmæla tunnil (lokarennu) sum skal gerast niðri í bygdini og samstundis vísir Lorvíkar kommuna á, at lógin um fast samband um Leirvíksfjørð leggur upp til, at myndugleikin á staðnum verður hoyrdur og at bygdrrráðið væntar at myndugleikarnir taka atlit til avgerðina hjá bygdarráðnum.
Seinasti parturin av tíðindaskrivinum frá Lorvíkar bygdarráð er eftir okkara tykki keðiliga orðað, við tað, at tað leggur upp til at um so er, at lokarennan í Lorvík ikki er liðug, til tann dag, tá Norðoyatunilin letur upp, at so verður upplatingin av Norðoyatunlinum útsett samsvarandi.
Her halda vit ikki at lorvíkingar gera rætt, tí málið um ferðsluna í Lorvík er eitt mál ímillum Lorvíkar bygdarráð og landsins myndugleikar. Um so er, at lorvíkingar og landsins myndugleikar í hesum málinum fara at halda allar norðoyggjar og kanska eisini strandferðsluna sum gíðslar, so er lagt upp til óneyðugt klandur og stríð.
Lokalpolitikarar báðumegin Norðoyatunnilin eiga at arbeiða saman og síggja møguleikar hvør hjá øðrum og við tí vera við til at menna alt økið kring Lorvíksfjørð
Tað vit ikki hava brúk fyri nú, er lokalt stríð tvørtur um fjørðin og tí siga vit kortanei til at útseta upplatingina av Norðoyatunlinum fyri ferðslu.
Spurningurin um ferðsluna í Lorvík skal sjálvandi loysast á skilabesta hátt, men hann skal ikki loysast við blokering av Norðoyatunlinum. Her mugu lorvíkingar hugsa seg um og finna eina loysn, teir kunnu liva við til besta loysnin er veruleiki og framum alt fylgja upp, soleiðis at rætta loysnin veruliga verður veruleiki.

NORÐLÝSIÐ

Harleyfacadeacryl