Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kósin er eitt gott boð uppá framtíðina

John William Joensen

sigur Jóhan Páll Joensen, stjóri í Maru Seafood sum vísir aftur tosinum um at eingin framtíð er í virkseminum sum Kósavirkið stendur fyri.

Tað hevur verið borið fram av fjølmiðlum og øðrum at virksemið hjá Kósini gevur undirskot og út frá hesum skal eingin framtíð vera fyri Kósavirkinum, men hesum vísir stjórin í Maru Seafood aftur.

– Hetta er beinleiðis í andsøgn við veruleikan, sigur Jóhan Páll Joensen.

– Framleiðslan hjá Kósini hevur givið avkast á hvørjum ári, men íløgurnar, sum Kósin hevur gjørt – bæði í okkara tíð og í tíðini frammanundan – hava givið undirskot.

– Kósin er eitt sera gott og effektivt virki við dugnaligum starvsfólkum og hetta virksemið gevur yvirskot – men í okkara føri vóru tað íløgurnar í skipini – sum vístu seg at fáa alt at ganga skeiva vegin.

– Kósin er framhaldandi ein góð íløga og um rætt verður atborið eru allar fyritreytir fyri at fáa vinning burtur úr virkseminum.

Starvsfólkini fram úr dugnalig
Tað hevur verið ført fram í fjølmiðlunum at Kósavirkið var eitt sokallað sosialt arbeiðspláss – har serliga eldra ættarliðið arbeiddi og at effektiviteturin tí ikki var nøktandi, men hesum tosinum vísir stjórin staðiliga aftur. 

– Framleiðslan og virksemið hjá starvsfólkunum á Kósvirkinum hevur verið framúr gott og effektivt og tí hevur hendan framleiðslan eisini kasta nógvan pening av sær. 

– Hóast fleiri av hesum starvsfólkum hava fingið annað arbeiði, so vanti eg tó at verður virksemið endurreist á Kósini – so fara vit at síggja fleiri kend andlit aftur. Í øllum førum verður eingin trupuleiki at fáa hendur á dugnaligum arbeiðsfólkum.

Red: Sambært starvsfólkalistanum hjá Kósavirkinum pr. 16/12-2008, tá virksemið á virkinum steðgaði, vóru umleið helvtin av teimum 150 starvsfólkunum millum 20 og 30 ár. Síðani er tann størsti parturin millum 30 ár og 55 ár meðan ein heilt lítil partur eru fólk omanfyri 55 ár og upp til pensjónsaldur.