Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kósin er nøktandi

www.bl.fo

Úrslitið hjá stóra flakavirkinum í Klaksvík, P/F Kósin, royndist hampuligt í fjør, men lakari enn árið frammanundan. Sølan hjá samtøkuni nærkast nú 200 mió kr. skrivar www.bl.fo

Úrslitið hjá stóra flakavirkinum í Klaksvík, P/F Kósin, royndist hampuligt í fjør, men lakari enn árið frammanundan. Sølan hjá samtøkuni nærkast nú 200 mió kr. skrivar www.bl.fo
Úrslitið áðrenn skatt gjørdist góðar 6 mió kr., móti 11,6 mió kr árið frammanundan. Í leiðslufrágreiðingini sigur leiðslan, at roknað varð við einum úrsliti millum 4-7 mió kr, og svarar úrslitið sosatt við tær vónir, ið settar vóru av leiðsluni frammanundan.

P/F Kósin hevur í 2012 framleitt bæði frystar vørur og saltfisk. Felagið eigur dóttirfeløg, sum reka skip, umframt eitt dóttirfelag, ið var keypt í 2012, ið rekur eitt frystivirki. Hesi feløg hava ikki ávirkað raksturin munandi í 2012, tá fá av teimum hava havt nakað virksemi í 2012. Komandi ár væntast fult virksemi í hesum dóttirfeløgum.

Samlaða sølan hjá samtakinum í fjør var góðar 191 mió kr móti 184 mió kr árið fyri. Samlaða eginognin var við árslok 2012 slakar 47 mió kr., móti góðum 28 mió kr árið fyri.

Í samtakinum starvast 145 starvsfólk, ið tilsamans fingu slakar 40 mió kr útgoldnar í lønum í 2012
Harleyfacadeacryl