Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kósin fær nýggja smiðju

Myndir: Oliver Joensen – Tekstur: Helgi Abrahamsen

Gamla Netastovan á kósini, sum seinnu árini hevur verið brúkt til smiðju, verður nú tikin niður, tí ein nýggj smiðja skal byggjast á staðnum.

Gamla Netastovan á kósini, sum seinnu árini hevur verið brúkt til smiðju, verður nú tikin niður, tí ein nýggj smiðja skal byggjast á staðnum.

“Bygningurin var í sera ringum standi, og ætlanir hava leingi verið um at taka hann niður,” sigur Jógvan Hansen, virkisleiðari. “Fyribils er helvtin av bygninginum tikin niður, og hin helvtin fer um stutta tíð,” sigur hann.

Ætlanin er at nýggja smiðjan skal verða bygd í summar.