Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kósin hevði eitt gott ár í 2015

Norðlýsið

Flakavirkið Kósin í Klaksvík hevði í 2015 eitt gott ár. Úrslitið áðrenn skatt gjørdist ein vinningur upp á 9,3 mió. kr., og úrslitið eftir skatt gjørdist 8,0 mió. kr. Tað skrivar VP. 

Hetta er ein framgongd í úrslitinum upp á 7,6 mió. kr. í mun til 2014, tá úrslitið var 0,4 mió. kr.

Ársverkini í Kósa-konsernini eru 164, og íalt vóru útgoldnar 61,2 mió. kr. í lønum.

Framleiðslan á virkinum er í høvuðsheitum fryst framleiðsla og framleiðsla av saltfiski til Evropeiska marknaðin.

Felagið er væl fyri fíggjarliga, og hevur eina eginogn á 79,5 mió. kr.

Jógvan Hansen, virkisleiðari á Kósini, sigur í stuttari viðmerking við VP, at leiðslan er nøgd við úrslitið í 2015, og at gongdin higartil í ár er tann, at felagið hevur tikið ímótið eitt sindur størri nøgd av ráfiski, men at prisirnir á evropeiska marknaðinum hava verið lækkandi. Felagið vónar, at tað í 2016 fær eitt úrslit, sum er á leið við úrslitið í 2015.