Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kósin hevur avlop í 2013

Jákup Ósá

Virkisleiðarin sigur, at tað verður avlop á botnlinjuni fyri flakavirkið Kósina í 2013.

Virkisleiðarin sigur, at tað verður avlop fyri flakavirkið í 2013.

Í fjør hevði Kósin yvirskor á 4 milliónir. Fríðin Ziskason, virkisleiðari á Kósini, sigur, at avlopið verður minni í ár.

– Avlopið verður minni enn í fjør, men vit eru røttu megin nullið. At tað liggur minni eftir enn í fjør skyldast fyrst og fremst verri fiskiskapi og verri veðri. November og desember eru vanliga millum teir frægu mánaðirnar, men í ár hevur veðrið gjørt, at vit bara hava arbeitt 1/3 av tí, ið vit vanliga gera hesar báðar mánaðirnar. Og so er ein stórur trupulleiki, at línubátarnir ikki fáa fólk og tí liggja meir enn tey vildu ynskt. Tað ávirkaði teir fyrstu mánaðirnar í ár, sigur Fríðin Ziskason.

Hann sigur, at nógv arbeiði var í summar, men at tað altíð er trupult at fáa lønsemi í um summarið. Tá eta tey ikki nógvan fisk í teimum heitu londunum og goymslurnar vaksa. Á Kósini er tómt gólv í dag, tollaksmessudag og tað er fyrstu ferð í nógv ár, leggur Fríðin Ziskason afturat.

Tilsamans arbeiddi Kósin 11.000 tons av fiski í 2013. Í 2012 arbeiddi virkið 12.000 tons. Størsti parturin var upsi.