Hanus Hansen, ið er stjóri fyri JFK samtakið, verður eisini stjóri á Kósavirkinum, ímeðan Fríðin Ziskason verður rakstrarleiðari.
Tað tekur tíð at fáa alt upp á pláss viðvíkjandi Kósini, men nú haldi eg at eg kann siga, at Kósin fer ígongd um tvær ella tríggjar vikur.
Skrivstovuvirksemið hjá JFK, ið higartil hevur hildið til á Senta í Klaksvík, verður í hesum døgum flutt oman á Kósina.
Uppá fyrispurning okkara um Kósin nú fer í gongd við fullum seglum, sigur Hanus Hansen, at tað sjálvandi veldst um hvussu rávørutilgongdin til virkið verður, og hvørjum vit kunnu vinna nakað burturúr.
Ongin ivi skal vera um, at megna vit at fáa av kast burturúr rávøru, so verður hon keypt og hagreidd á virkinum. Virkið er ført fyri at taka ímóti nógvum fiski, so nú fáa vit at síggja hvussu leikur fer, sigur Hanus Hansen, stjóri at enda.




