Ert tú økonoma, kliniskur dietistur ella professionsbachelor í ”sundhed og ernæring” við royndum, og hevur hug at seta títt fingramerki á eitt spennandi arbeiðspláss, so les víðari.
Starvið sum kostfakligur leiðari er leyst til setan 01. mars 2016.
Køkurin framleiðir mat til sjúklingar, matstovuna á sjúkrahúsinum, búfólk á Norðoya Røktarheimi og til borgarar í økinum, ið fáa mat eftir avtalu við Norðoya Bú- og Heimatænastu. Í køkinum starvast økonomur, atstøðarar og køkshjálpir.
Talan er um avbjóðandi starv, har evnini til tætt samskifti við sjúklingar og onnur, serliga sjúkrarøktarfrøðingar, eru avgerandi. Vit rokna við, at tú ert tann við royndunum. Tú kemur at taka ymiskar avgerðir, eisini viðvíkjandi setan av starvsfólki.
Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Kost- og føðslufelag Føroya.
Meira um starvið fæst at vita frá Hera Ellingsgaard, teldupost heri@ks.fo , telefon 40 46 23 ella 21 69 60.
Umsókn, saman við avriti av prógvi v.m., verður at senda til:
Sjúkrahússtjórin
Klaksvíkar Sjúkrahús
FO-700 Klaksvík.
Umsóknarfreist 06. januar 2016.




