Karsten Hansen, landsstýrismaður í Heilsumálum, er væl nøgdur við eftirmetingina av Kommunulæknavaktini og sigur at nú verður farið til verka at fremja bedringar
Karsten Hansen, landsstýrismaður í Heilsumalum, er væl nøgdur við eftirmetingina av Kommunulæknavaktini og sigur at nú verður farið til verka at fremja bedringar
– Kommunulæknavaktin er í tí stóra ein sera vælvirkandi skipan sum hevur gjørt at arbeiðstíðin hjá Kommunulæknunum er betri skipað. Áðrenn Kommunulæknavaktin varð skipað var arbeiðsbyrðan alt ov tung og trupult var at fáa kommunulæknar til ymisku økini.
– Men ávís misnøgd hevur verið um ymiskt sum kann gerast betur, m.a skal telefonskipanin forbetrast so fólk altíð sleppa ígjøgnum til Kommunulæknavaktina.
– Kommunulæknavaktin hevði 23.110 telefonviðtalur í 2012 og størra helvtin av hesum vóru avgreidd gjøgnum telefon so tann parturin virkar væl.
– Men hóast omanfyri 11.000 koyrdu til persónliga viðtalu hjá læknavaktini á Landssjúkrahúsinum, so var koyrandi vaktin bert úti í 575 førum og tað er alt ov lítið tá hugsað verður um at vaktin er til arbeiðis og kostar pengar.
– Í Suðuroynni hevur læknavaktin eina avtalu við Suðuroyar Sjúkrahús og tann parturin virkar sera væl og tí er ætlanin at formalisera eina avtalu við Klaksvíkar Sjúkrahús so at sjúkrahúsið verður ein meira aktivur partur av kommunulæknavaktarskipanini.
– Soleiðis skal ikki verða neyðugt hjá fólki at koyra langan veg tá til ber at fáa viðger í nærumhvørvinum.
– Eisini er ætlanin at gera eina brúkarakanning har kanna verður hvat fólk halda um kommunulæknavaktina soleiðis at vit á tann hátt kunnu arbeiða við at fáa framt betringar alla tíðina.




