Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Krabbin skuldi til Sjósavnið

Norðlýsið

 Hjaltur Poulsen, skipari á Ågot, hevur verið ein hollur stuðul hjá Sjósavninum í Tórshavn. Hjaltur hevur fingið Sjósavninum mangan fiskin til vega, og á hesum túrinu, sum endaði so ólukkuliga við kaj í Klaksvík, var onki undantak í so máta. 

“Kom afturum her”, segði Hjaltur Poulsen, skipari knappliga við meg, alt ímeðan vit stóðu á dekkinum á Ågot og andlitini vóru álvarsom, orsakað av stóra skaðanum, skipið hevði fingið.

Vit báðir so aftur í skúrin. Eg hugsaði at hann fór at siga mær eitthvørt um skaðan, sum skipið hevði fingið. Men við einum brosi rendi hann hondina niður í eina stóra plasttunnu, sum stóð har við ongum loki og sjógvi í, og upp úr tunnuni kom ein ovurstórur krabbi. “Hendan ætlaði eg at Sjósavnið skuldi fáa, men nú veit eg ikki hvat fer at henda við honum”. Hjaltur Poulsen er ein sannur djóravinur og hann brosaði um alt andlitið tá hann errin vísti mær krabban. – Helst fer krabbin at finna veg til Sjósavnið kortini.