Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kráka vitjar haru

Helgi Abrahamsen

Eyðfinn Magnussen, lívfrøðingur, ið kannar harur, hevur sett myndatól upp við nøkur harusetur í einum haga í Kollafirði, men tað eru ikki bara harur ið koma á myndirnar.

“22. apríl kl. 15:56 kom henda krákan at fregnast, um ikki okkurt “spennandi “mundi vera í setrinum. Fyrst setti hon seg ein metur frá setrinum, fór so eitt sindur nærri, og stakk so at enda høvdið inn í holuna. Hvat hevði hent, um ein hara, ella ein haruungi, var inni í holuni, vita vit ikki, men kanska høvdu tey enda sum krákudøgurði,” skrivar Eyðfinn Magnussen á facebook-síðuni ið nevnist “Haruskjóting í Føroyum”.

Eisini aðrir fuglar koma at vitja harusetrini.

3. mai kl. 06:35 vitjaði eitt tjaldur tað eina setrið, men her vóru ørindini at leita eftir maðkum.

9. mai kl. 09:03 vitjaði ein steinstólpa sama setrið.