VIDEO: Tá manningin, ið hevði verið eysturi í Skúvadali og stoypt tyrlupall og annað, var á veg til hús og komin í Torvadal, sóu vit stóran flokk av krákun
Tá manningin, ið hevði verið eysturi í Skúvadali og stoypt tyrlupall og annað, var á veg til hús og komin í Torvadal, sóu vit stóran flokk av krákun. Orsøkin vísti seg at vera, at ungar vóru floygdir. Ein av ungunum sýntist at bera tokka til Árna Zachariassen. Árni er náttúrumenniskja burturav, so tað var kanska ikki so løgi. Ungin setti seg á økslina hjá honum og vildi treyðugt av aftur.
Her eitt videobrot av tilburðinum:




