Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kram – nýggjur handil í Klaksvík

Oliver Joensen

Í bygninginum har Klaksvíkar Dampvaskarí áður búleikaðist, lat ídag upp nýggjur málinga og amboðshandil.

Tað er Eyðun Jacobsen, ið er settur sum stjóri á nýggja handlinum í Klaksvík.

Tá vi stukku inn á gólvið fyrrapartin, greiddi Eyðun okkum frá, at teir enn ikki rættuliga vóru komnir á mál við innrættingini av hølunum og at teir heldur ikki høvdu fingið allar vørurnar, sum teir skuldu føra, men hava allíkaval avgjørt at lata upp, orsakað av at vit selja máling, og hartil góða máling frá Stranda Máling, sum serstakliga er til uttandurða og bátar, og hetta er júst tíðin tá málað verður.

Kenda Tol málingin er sera góð og heldur í 10 ár um rætt verður atborið.

Stranda Máling hevur eisini mennt innandurðamálingina Inni og er hendan sera væl umtókt,

At málað við úti sum inni, hava vit øll amboð, so sum penslar, spartl og annað og harafturat eisini fylt, vev, lím og í heila tikið alt til húsið.

Eyðun Jacobsen sigur, at seinni í vetur verður handilin eisini víðkaður til amboðshandil, men fyrst skulu umvælingarnar av hølunum gerast liðnar.