Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kravið er ein sigur

Norðlýsið

Skulu kvinnurnar hjá Stjørnuni gera sær vónir um at koma víðari í steypakappingini, er kravið ein sigur, tá tær sunnudagin taka ímóti Neistanum.

Stjørnan er í bólki saman við Neistanum og StÍF. Liðini leika ein dyst móti hvørjum øðrum, og tvey tey ovastu liðini koma víðari í hálvfinaluna.

Týskvøldið var Stjørnan úti á Skála og leikti móti StÍF, og tann dystin vann StÍF 22-18. Tí er kravið til stjørnukvinnurnar ein sigur móti Neistanum sunnudagin.

Hóast Neistin er oddalið í landskappingini, so hava stjørnuleikarnir góðar vónir til dystin sunnudagin. Stjørnan byrjaði landskappingina við at leika heima móti Neistanum, og tann dysturin endaði við javnleiki 19-19.

Tað er umráðandi við góðum stuðli, og heita stjørunleikarnar á viðhaldsfólk síni um at mæta fjøllment til dystin fyri at stuðla teimum. Tað kann verða tað, sum ger munin.

Dysturin byrjar kl. 15:00

Harleyfacadeacryl