Handverk, list og nýskapan fáa nú nýggjar og góðar umstøður í bygningunum hjá Tøting í Syðru-gøtu.
Ætlandi verður tað at standa skapandi fólki møguleikan at tilevna lutir og listaverk og her leiga sær hølisumstøður har møguleiki eisini gevst at vísa fram og sjálvi selja sínar vørur til tey nógvu vitjandi.
Tøting hevur nógv ár á baki sum serstakur framleiðari og handil við føroyskum sniðgivnum ulla-vørum. Nógv túsund vitjandi bæði útlendingar og føroyingar vitja á hvørjum ári, og verður tí mett her eisini gevst møguleiki at menna aðrar handverks- og listagreinir og skapa eitt fjøltáttað um-hvørvið.
Tað eru ikki slíkir verkstaðir í landinum har handverk og nýskapan á egnum støði og treytum skipa síni arbeiðir. Tað kann tí eisini vera mennandi at virka undir felags lon og fáa íblástur og møguleika at sýna fram og selja sínar vørur og verk og samstundis fáa samband við áhugaðar keyparar.
Kreativir verkstaðir og nýskapan verður flokkað innan mentan og list og hevur politiska fráboðanin víst á, at hesi øki verða raðfest frammaliga. Tað er tí øll orsøk at halda, at einstaklingar, ið kanska ganga heima og takast við slíkt, kunnu fá stórt gagn av at møtast og virka á einum stað og her skapa bond og hugflog og víðka um síni arbeiðsøki.
Ítøkiliga er ætlanin at skipa umstøður soleiðis at fleiri handverks- og listagreinir skulu kunna virka í nøkrum av stóru hølunum hjá Tøting. Neyvt er ikki ásett enn hvussu einstøku greininar skulu skipast hvør sær. Kanska vilja nøkur hava meiri felags hølisumstøðir og onnur kanska sín egna bás ella arbeiðshøli. Hesum verður samráðst um við einstøku áhugaðu fólkini.
Tær handverks- og listagreinir mett verða at kunna virka í bygningunum, og sum ikki vilja órógva hvør sær, eru nakrar av her niðanfyri nevndu. Einstøk arbeiðsøki hava tørv á serstakari útgerð t.d. fotoverkstað, ið skal hava myrkakamar og leirverkstaður, ið skal hava ovn til at brenna í. Hesa og aðra útgerð setur Tøting til soleiðis at tað gerst lættari at sleppa til verka.
Serstakt verður eisini gingið eftir at fáa til vega frálæru og skeið innan einstakar handverks- og listagreinir har bæði útlendskir og føroyskir lærarar koma at siga frá og leggja lag á. Alt eftir undirtøku og umstøðum kann roknast við at onnur áhugað kunnu luttaka á skeiðum og fyrilestrum.
Handverks- og listagreinir:
Leirverkstaður – Fotoverkstaður – Leðurverkstaður – Glas og postalínsmáling – Tekning og málningaatelier – Tøting og veving – Patchwork – Bókainnbinding – Blómupressing og konservering – Stofftryk, silkimáling og batik – Modellverkstaður – Steinslíping – Ullaliting –
Er áhugi fyri ikki her nevndum evnum, ber til at seta fyrispurning til Tøting.
Ætlandi verður kostnaður fyri leigu í hølum Tøtings um 1.500 kr. um mánaðin fyri hvønn einstakan.
Hava Tygum áhuga at gagnnýta nýggjan innrætting og bestu umstøður í nýskapan og felags hølis-umstøðum ber til at ringja til Tøting á telefon nr. 441020 ella til Hallberu Ólavsdóttir á telefon nr. 211551. Teldupostur kann sendast til toeting@toeting.com
Tøting P/F
Hallbera Ólavsdóttir




