Er AB lív lagað í framtíðini? Tað er spurningurin, nú AB hevur boðað frá, at felagið ikki hevur nakra starvsnevnd.
Er AB lív lagað í framtíðini? Tað er spurningurin, nú AB hevur boðað frá, at felagið ikki hevur nakra starvsnevnd.
AB skrivar soleiðis á síni heimasíðu:
Fingu ikki manna nevndina!
Aðalfundurin hjá Argja Bóltfelag var í gjárkvøldið har 30 fólk vóru møtt.
Formaðurin hevði sína vanligu ársfrágreiðing og kassameistarin gjøgnumgekk roknskapin, sum hevði eitt pent yvirskot og felagið klárar sínar skyldur. Tá val av starvsnevnd og varalimum var á skránni, hendi tað, sum bert einaferð er hent fyri nógvum árum síðani í AB, at vit ikki fingu manna nevndina av nýggjum. 5 fólk eru í starvsnevndini, har 1 hevði trekt seg í farna ári, meðan 2 nevndarlimir ikki tóku við afturvali, 1 trekti seg av persónligum orsøkum og 1 stóð ikki fyri vali. Veljast skuldi so 4 fólk í nevndina, har 2 skuldu veljast fyri 2 ár og 2 fyri 1 ár. Bert 1 limur stillaði upp, so avrátt var at hava eyka aðalfund, sum skjótast. Sambært viðtøkunum skal hesin kunngerast 8 dagar frammanundan og er settur at verða hósdagin 9. mars 2017, kl. 19, við einastu dagsskrá: val av starvsnevnd og varalimum.
Vónandi møta nógv fólk upp til eykaaðalfundin, og man fær manna nevndina, annars verður AB ikki lív lagað í framtíðini.




