Í løtuni eru leikararnir hjá KÍ á veg á fund við leiðsluna í Klaksvíkar Ítróttarfelag og møguliga fer leiðsan á fundinum at boða frá at allir leikarasáttmálar eru uppsagdir
At KÍ í kvøld er í kreppustøðu er eingin loyna. Fundir hava verið síðan sunnudagin í leiðsluni, og eftir tí sum vit skilja er ein møguleiki at allir leikara sáttmálar verða uppsagdir.
Eisini eru onnur ting sum tosast skal um í kvøld, men sum skilst so arbeiðir leiðslan við at rætta kósina hjá flaggskipið felagsins sum í løtuni liggur í botninum av føroysku fyrstudeildini.
Meiri verður at frætta seinri í kvøld.




