Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kreppuloysnir til fiskivinnuna?

Oliver Joensen

Manningarfeløgini hittast á Klaksvíkar Sjómansheimi ímorgin týsdagin at tingast um millum annað kreppuna.

Tað eru Føroya Fiskimannafelag, Føroya Skipara- & Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið, ið hava sett hvørjum øðrum stevnu á Klaksvíkar sjómansheimi í morgin kl. 18.00.
Vit spurdu Jan Højgaard, formann í Fiskimannafelagnum hvat feløgini skuldu tingast um.
Vit hava nógv at tosa um, og kunna hvønn annan um í hesum døgum, millum annað er inntøkutrygdin hjá fiskimonnunum á skránni, minstalønin sjálvsagt eisni og nógv onnur ting.
Uppá beinleiðis fyrispurning frá okkum, um talan eisisini fór at vera um at krevja studning til línuflotan, sigur Jan Højgaard: "Studning og studning, tað veit eg ikki, men spurningurin um djúpu kreppuna hjá línuflotanum hevur verið uppi og vent, rætt er tað. Men vit hava eisini nógv onnur mál á skránni til fundin ímorgin.