Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Krevja Jólatræ í Norðdepli

Oliver Joensen

Albert O. S. Johannesen í Norðdepil hevur savnað undirskriftir í Havannasunds Kommunu, har hann krevur, at Norðdepil og fyri tann skuld allar bygdirnar í Hvannasunds Kommunu eiga at fáa sítt jólatræ.

Í stuttari samrøðu í morgun, sigur Albert, at afturi í 2012 varð lovað at Norðdepil skuldi fáa eitt Jólatræ og hóast trý ár eru gingin, so hevur kommunustýrið ikki enn megna at fáa hetta upp í lag. Fýra bygdir eru í Hvannasunds Kommunu og hóast bygdir aðrastaðni í landinum, sum eru gingnar saman í eina kommunu á hvørjum ári hava fingið hvør sítt jólatræ, so er hetta ikki galdandi fyri Hvannasunds kommunu, her er bert eitt jólatræ, og tað stendur í Havnnasundi ímeðan bygdirnar Norðdepil, Depil og Norðtoftir einki jólatræ hava fingið. Múla er eisini ein bygd í komununi, men sjálvandi har býr einki fólk, sigur Albert O. S. Johannesen úr Norðdepil. Fyribils sigur hann, at hann hevur fingið 10 undirskriftir.

Harleyfacadeacryl