Kendi sjournalisturin, Øssur Winthereig, skrivar umvegis Facebook at tað má verða eitt krav at tann maipulasjónin, sum varð gjørd í seinnu sendingini hjá KVF um skattamálið hjá EIK má fáa avleiðingar
Øssur Winthereig: Eg, sum fái áleið hálva mánaðarløn frá KVF fyri sendingina Afturáaftur, kann ikki á nakran hátt taka undir við tí manipulasjón, sum var gjørd í seinnu sending um skattamálið hjá EIK. Hugsi um, at myndir og ljóð av Súna Schwartz og Eyðun Mørkøre frá eini bókaframløgu á Hafnia, verða flættaðar inn í sendingina, sum undirbyggjandi partar. Skulu KVF og kritiskur journalistikkur yvirhøvur takast í álvara má slíkt svans fáa avleiðingar.
Núverandi og fyrrverandi starvsfólk í KVF viðmerkja:
Brynhild Thomsen, skrivar,:
Og eg, sum fái fulla mánaðarløn frá KVF, kann heldur ikki á nakran hátt taka undir við, at manipulerandi arrogansan festur røtur, so hon púra ósmæðin og valdsfullkomin endar dag og viku-innslag við at rysta við høvdinum við himmalvendum eygum eftir samrøðu við stjóran á Taks.
Grækaris Djurhuus Magnussen, skrivar:
Manipulasjónin máar ikki bara støðið undan sendingini, tað ávirkar eisini trúvirðið í allari viðgerðini, sum hesin journalisturin hevur havt av sama máli í t.d. Degi og Viku. Og so er spurningurin eisini, hvør hevur góðkent hvat? Og hvat hevur leiðslan gjørt í sambandi við innslagið í Degi og Viku, har sami journalistur situr og ristir við høvdinum og flennir forhánisliga eftir tí, stjórin í Taks ber fram?




