Ísak Mikladal, skrivari og Norðoyastevnu fyriskipari hjá KRF, fegnast um ein væleydnaðan róður við nógvum áskoðarum.
800 gjaldandi áskoðarar og annars einfyri okkara part væl avgreiddur róður gjørdi, at vit kunnufegnast um Norðoyastevnuna í ár, sigur Ísak Mikladal, skrivarihjá KRF og høvuðsfyriskipari av Norðoyastevnuni 2014. Hann vareisini væl nøgdur við úrslitini hjá KRF.
800 gjaldandiáskoðarar
Ísak letur eisini væl atáskoðaratalinum í einasta ”heimadystinum” hjá KRF hettakappingarárið.
– Vit høvdu 800 gjaldandi áskoðarar.Harafturat koma eini 300 rógvarar og so vóru nógv børn, sum ikkigjalda. So samlaða talið á økinum var millum 1500 og 2000 fólk.Veðrið var eisini gott, so tað gjørdi góðan mun. Hetta erstørri áskoðaratal enn seinnu árini, tá tað hevur ligið um600-650 gjaldandi áskoðarar, sigur Ísak Mikladal.
Myndir frá Norðoyastevnu kappróðrinum HER
Longri samrøða er í Norðlýsinum fríggjadagin.




