Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KRF, NHR og ÁRF

Norðlýsið

Eitt sindur um kappróðrarfeløgini í Norðoyggjum

KRF – Klaksvíkar Róðrarfelag

(Endur)stovnað: 6. mars 1993

Nevnd:

Jóhan Petur Jacobsen formaður

Hans Jon Askham næstformaður

John Reid Z. Jacobsen kassameistari

Ebba Jacobsen skrivari

Anna Mohr nevndarlimur

Eli Mikkelsen eykalimur



Høvuðsstuðul: Norðoya Sparikassi

Heimasíða: www.krf.fo

Bátar felagsins:

5-mannafør

Tekla: Smíðað 2002 av Sámal Hansen

Fípan Fagra: Smíðað 2001 av Sámal Hansen

Snípan: Smíðað 1979 av Niclas í Koltri

6-mannafar

Páll Fangi: Smíðað 2001 av Sámal Hansen

8-mannafar

Nevið Reyða: Smíðað 2000 av Sámal Hansen

10-mannafar

Klaksvíkingur: Smíðað 2002 av Sámal Hansen



Tal av limum: umleið 150

Tal av rógvarum: 30-70 (alt eftir virkseminum í hvørjum ári)



Føroyameistaraheiti síðan (endur)stovnan:

Nevið Reyða 2001

Páll Fangi kvinnur 2001

Fípan Fagra gentur 2001

Nevið Reyða 2005

Fípan Fagra dreingir 2005

Klaksvíkingur 2006



Stutt um Klaksvíkar Róðrarfelag

Kl. Róðrarfelag varð stovnað tann 6. mars 1993, eftir at undanfarna felagið, Klaksvíkar Kappróðrarfelag, varð upployst, soleiðis at byrjast kundi av nýggjum. Nýggja felagið (KRF) keypti síðan allar bátarnar aftur og tók yvir neystið, har tað enn í dag heldur til.

Tey fyrstu árini bleiv tað ikki til tey nógvu heiðursmerkini, men menningin í felagnum hevur verið eyðsýnd og støðug, serliga hesi seinastu árini. Tað tekur tíð at byggja upp eina breidd av róðrarfólki, samstundis sum nógvur peningur og góð røkt krevst til at lata byggja og at røkja nýggjar og tíðarhóskandi kappróðrarbátar. Hetta alt hava nevndir og hjálparfólk í Klaksvíkar Róðrarfelag megnað sera væl og við góðum stuðuli frá sponsorum – ikki minst høvuðssponsorinum: Norðoya Sparikassa.

Áhaldandi menningararbeiði gav við tíðini ítøkilig úrslit – enntá heilt framúr.

Serliga var tað í 2001, at tað heila kulmineraði, tí hett árið vann KRF ikki færri enn 3 føroyameistaraheiti: *8-mf. Nevið Reyða við monnum, *6-mf. Páll Fangi við kvinnum og *5-mf. Fípan Fagra við gentum.

Aftur í 2005 gjørdi KRF eitt ordans hál við at vinna 2 føroyameistaraheiti: *5-mf. Fípan Fagra við dreingjum og *8-mf. Nevið Reyða við monnum.

Enn hevði KRF ikki vunnið FM millum flaggskipini sjálvi: 10 mannaførini, men hetta varð veruliga gjørt nakað við í 2006, tá ein gull-manning settist við árarnar á Klaksvíkingi, og hóast kappingin sjálvandi var hørð, so var eingin ivi, tá Ólavsøkan var av: Klaksvíkingur hevði vunnið FM 2006!!





NHR – Norðdepils-/Hvannasunds Róðrarfelag

Endurstovnað: 11. mai 2002



Nevnd:

Niels í Buð formaður

Sigmar Sørensen næstformaður

Lena í Buð kassameistari

Martin Simonsen skrivari

Anli Sivertsen nevndarlimur

Hanus L. Sørensen tiltakslimur

Sigrid Sivertsen tiltakslimur



Høvuðsstuðul: Statoil / Norðoya Sparikassi

Heimasíða: www.nhr.fo

Bátar felagsins:

5-mannafar

Ritan: Smíðað í 2005 av Sámali Hansen

6-mannafar

Sundabáturin: Smíðað í 2003 av Sámali Hansen

10-mannafar

Norðingur: Smíðað í 1964/1965 av Niclas í Koltri

Tal av limum: 104

Tal av rógvarum: 20-30 (kanska fleiri, alt eftir talinum av manningum)

Føroyameistaraheiti síðan endurstovnan:

Sundabáturin menn 2004

Ritan dreingir 2006



Stutt um Norðdepils-/Hvannasunds Róðrarfelag (NHR)

Kappróðrarvirksemið í Norðdepli og Hvannasundi røkkur aftur í sekstiárini, tá NHR upprunaliga varð stovnsett tann 28. august 1964. Longu fyrsta árið, 1965, gjørdist Norðingur føroyameistari. Árið eftir endurtók hann bragdið. Í 1965 var Ritan liðugt smíðað og flotað, og vóru tað serliga genturnar, ið gjørdu seg galdandi. Síðani eru einstøk ár við góðum úrslitum, men sum tíðin leið, sovnaði felagið.

Men eftir aldaskiftið kom lív aftur í kappróðurin í bygdunum báðum, og tann 11. mai 2002, varð NHR endurstovnað.

Nýtt 6-mannafar, Sundabáturin, varð liðugur til kappingarárið 2003, og árið eftir var hann mannaður við bæði monnum og kvinnum. Hetta árið vunnu menninir FM-heitið.

Vegna stóran áhuga varð eitt nýtt 5-mannafar bílagt. Hesin bátur var klárur til kappingarárið 2005. Og góða gongdin heldur fram, tí í 2006 vann dreingjamanningin við Rituni FM-heitið, samstundis sum menninir við Sundabátinum vunnu silvur hjá 6-mannaførunum, meðan kvinnumanningin við Rituni vann bronsu.

Felagið stendur í fagrasta blómað, sponsoravtala er undirskrivað við Statoil og Norðoya Sparikassa, sum hevur stóran týdning fyri felagið, nú tað stendur í vøkstri.

NHR hevur skipaði í 2004 fyri eini stevnu, har ein partur var ein framsýning á sundinum, har Norðingur, Ritan og Sundabáturin luttóku.

Bygdarfólki hevur stuðlað NHR væl, bæði við at koma við til stevnur og at hjálpa til við teimum ymisku tiltøkunum.



ÁRF – Árnafjarðar Róðrarfelag

Endurstovnað: 6. apríl 2005 (eftir samráð við RSF/ÍSF)

Nevnd:

Atli Steinbjørn Justinussen formaður

Tormóður Mikkjalson Árnatón næstformaður

Niclas Fredrik Justinussen kassameistari

Hendrik Askham Olsen skrivari

Elmar Zacharias Justinussen nevndarlimur

Oddur Justinussen varalimur

Ólavur á Lag Thune (Saltangará) er limur men er staddur uttanlanda, og Hendrik, sum er varalimur, er tí í nevndini.

Høvuðsstuðul: Norðoya Sparikassi

Heimasíða: www.arf.fo

Bátar felagsins:

8-mannafar

Árnfirðingur: Smíðað í 1965 av Niclasi í Koltri

Ein nýggjur Árnfirðingur er bílagdur og verður bygdur av Sámali Hansen til at lata felagnum í 2007.

5-mannafar

Ætlandi kemur eitt nýtt 5 mannafar í 2008/09.

Tal av limum: Limir kunnu skrásetast on-line á heimasíðu felagsins.

Tal av rógvarum: Ein manning í 8 mf. Í 2007

Føroyameistaraheiti síðan endurstovnan:

Sjálvandi einki. Felagið er júst endurstovnað og hevur bert ein gamlan bát frá 1965.

Stutt um Árnafjarðar Róðrarfelag (ÁRF):

Í 1964 tóku árnfirðingar seg saman at manna ein kappróðrarbát. Árið eftir varð Árnafjarðar Róðrarfelag stovnað, samstundis sum fyrsti Árnfirðingur varð bygdur.

Árnafirðingur vann heili 3 FM-heiti á rað, í 1966-1967-1968, og er hann fyrsti bátur, sum hevur vunnið 3 FM-heiti á rað hjá 8 mannaførunum.

Síðani ganga mong ár við ongum stórvegis kappróðrarvirksemi, men á sumri 2004 kom rættuligur kappróðrarfepur til bygdina, einamest tí at Sundabáturin vann FM hetta árið.

Tann 6. august 2004 bleiv Árnfirðingur tikin oman úr Minuhúsinum, har hann hevði staðið í nógv ár, og byrjað varð beinanvegin at pussa bátin.

Eftir samráð við Róðrarsambandi ð og ÍSF varð ÁRF endurstovnað 6. apríl 2005.

Umframt gott samstarv við Klaksvíkar Róðrarfelag hevur ÁRF nógv samstarv við NHR (Norðdepils-Hvannasunds-Róðrarfelag), sum røkkur heilt aftur í seksti árini.

Síðan endurstovnanina av ÁRF hava árnfirðingar tikið fleiri stór tøk til tess at menna og skapa umstøður fyri kappróðri í bygdini.

Eftir høvuðsumvæling av gamla 8-mannafarinum fór felagið undir at byggja eitt stórt og snotuligt neyst við bátahylin í Árnafirði, sum stóð liðugt í desember 2006. Neystið er væl útgjørt við venjingar-útgerð, sum eisini kann leigast. Hølini eru eisini væl egnað at leiga til eitt nú brúdleyp upp til 150 fólk, skeið o.a. Í neystinum er eisini klaver, ljóðútgerð, og væl útgjørdur køkur.

At tað hevur borið til hjá ÁRF at fingið eitt nýtt neyst upp eftir so skjótari tíð, er nógvum góðum fólkum/stuðlum/kommununi fyri at takka, sum hava tikið stór lógvatøk.

Í november 2006 tók felagið avgerð um, at kappróðrarbáturin sum kemur til Árnafjarðar í 2007, verður ein nýggjur Árnfirðingur, eitt átta mannafar!