Flaggdagin 25. apríl kl. 17 flota vit eitt nýtt 5-mannafar
Í hesum sambandi bjóða vit øllum í neystið, har søla av suppu, køkum og kaffi verður. Verð eisini við í kappingini um at gita vektina á nýggja 5-mannafarinum. Vinningarnir eru framúr
Tað er ikki á hvørjum degi, at vit flota nýggjan bát, so kom oman ein túr og hugna tær saman við róðrarfólkunum í KRF
Góðan flaggdag


