Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KRF sett nýggjan venjara fyri 2020

Jákup Ósá

KRF hevur sett Magnus Norðberg sum venjara fyri kappróðrarárið 2020.

KRF skrivar soleiðis í kvøld:

KRF hevur sett Magnus Norðberg sum venjara fyri kappróðrarárið 2020.

Hetta fegnast vit stórliga um. At fáa dygdargóðar og skipaðar venjingar hevur stóran týdning fyri okkara manningar. Longu nú er nógv virksemi í neystinum, har umleið 40 rógvarar venja í løtuni. Manningarnar eru:

– 8-mannafør menn
– 5-mannafør dreingir 1
– 5-mannafør dreingir 2
– 5-mannafør gentur
– barnaróður dreingir
– barnaróður gentur

Tá ið várið nærkast, og dagarnir gerast ljósari, verða bátarnir flotaðir, og tá verða flestu venjingarnar á vágni. Vit vænta eitt spennandi, stuttligt og gevandi kappróðrarár í 2020.

Um onkur brellast og hevur hug at manna kappróðrarbát í summar, so er bara at halda seg framat. Skriva okkum pb, so venda vit aftur.

Harleywoodpaint