Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KRF: Tíðindaskriv: Rógvarafundur í Klaksvíkar Róðrarfelag

John William Joensen

Leygardagin klokkan 13 verður rógvarafundur í neystinum hjá Klaksvíkar Róðrarfelag, har greitt verður frá ætlanum, sponsoravtalum og øðrum í sambandi við komandi kappingarár

Nú byrja fyrireikingarnar til komandi kappingarár innan kappróður av álvara.
Leygardag klokkan 13 verður rógvarafundur í neystinum hjá Klaksvíkar Róðrarfelag.
Greitt verður frá ætlanum felagsins fyri kappingarárið 2005, sponsoravtalum og øðrum viðurskiftum við.
Felagið stendur í vøkstri, og hevur fingið nógvar limir afturat seinasta hálva árið. Hetta kemst serliga av góðu umstøðunum at venja innandura.
Eisini hevur felagið tikið upp samstarv við rennifelagið Treysti, sum gevur góðar møguleikar.
Ein av trupulleikunum hjá felagnum, sum hava stungið seg upp seinasta árið, er útfyllingin við Sandin. Men hesin trupulleikin varð loystur herfyri á fundi millum nevndina hjá felagnum og Klaksvíkar kommunu. Avtalað
varð, at kommunan skal lata ein drátt gera yvir móti Biskopstø. Tann drátturin
skal eftir ætlan vera klárur í hesum mánaðinum. Tað fegnast nevndin í felagnum um, tí nú felagið stendur í vøkstri, er tað sera umráðandi, at umstøðurnar kunnu vera so góðar sum til ber.
Bátarnir hjá Klaksvíkar Róðrarfelag eru fimm í tali umframt gomlu Fípuna Føgru, sum í dag eitur Snípan og mest verður nýtt til at læra fólk upp við.
Teir fimm bátarnir geva pláss fyri átta manningum til FM róðrarar, sum eru sjey í tali. Hvussu er statt við manningunum er eisini ætlanin at fáa upp á pláss á fundinum leygardagin. Tískil eru øll, sum hava áhuga fyri
kappróðri, vælkomin á fund leygardagin.

Fleiri bátar skulu mannast
Seinastu árini hava bæði barnamanningar og old girls manningar eisini verið ein fastur partur av Klaksvíkar Róðrarfelag. Soleiðis kann eisini verða aftur í ár. Tann eina old girls manningin hevur nú nøkur ár á baki,
og verða tær helst aftur á síggja í felagnum komandi kappingarár.

Barnamanningarnar
kunnu vera fýra í tali. Tvær gentu og dreingjamanningar, sum koma at rógva við ávíkavist Fípuni Føgru og Teklu, sum bæði eru fimm mannafør.
Tað eru manningar, sum hava víst dreingja- og genturóðrinum í FM kappingini áhuga, men tað er onki til hindurs fyri, at onnur áhugað ikki kunnu koma upp á tal, tí enn eru allar manningarnar ikki endaliga komnar upp á pláss.
Páll Fangi við kvinnum er um at vera mannaður, meðan tað kanska er heldur óvist við monnunum. Nevið Reyða manglar framvegis fólk og Klaksvíkingur er ikki mannaður.
Sum sagt, hevur tú hug at rógva í summar, er tað at møta í róðrarneystinum leygardagin klokkan 13.00

Harleyfacadeacryl