Við fýra ungum dreingjum og tveimum vaksnum monnum eydnaðist KRF at vinna lið kappingina í inniróðri seinasta vikuskiftið, tá FM í innirógving var á skránni í Havn.
Við fýra ungum dreingjum og tveimum vaksnum monnum eydnaðist KRF at vinna lið kappingina í inniróðri seinasta vikuskiftið, tá FM í innirógving var á skránni í Havn.
Jógvan Sofus Vilhelmsen er royndur maður í innirógving og hevur áður umboðað Føroyar í heimsmeistarakapping í hesi ítróttargrein. Hann hevur staðið á odda fyri venjingunum hjá teimum yngru dreingjunum hjá KRF í vetur og hesir stóðu seg væl seinasta leygardag.
– Vit vóru við í liðkappingini umframt, at nakrir vóru við sum einstaklingar. Í liðkappingini vunnu vit og har var merkisvert, at tríggir vóru 13 ára gamlir – Brandur Kjøldbro, Fríðjohn Elttør og Hermann Samuelsen – ein var 16 ára gamal, Jógvan Højgaard, og so vóru tveir royndir rógvarar. Eg sjálvur og Anfinn Sivertsen. Og vit vunnu liðkappingina, har 13 lið luttóku, sigur Jógvan Sofus Vilhelmsen. Hann sigur, at fleiri av hesum ungu rógvarunum hava vant á maskinunum síðani í september, og teir fara eftir ætlan at rógva kapp við dreingjabátinum hjá KRF í summar.
Hjá einstaklingum vann Brandur Kjøldbro úr KRF kappingina hjá 13-14 ára gomlum á 1000 metrum.
Myndir: Jógvan Sofus Vilhelmsen




