Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kring landið við 150-ára fríhandli

(Norðlýsið – Tíðindi)

Nú 150 ár eru liðin, síðani einahandilin varð avtikin, verður forvitnisligt tiltak í Leikalund komandi hóskvøld við m.a. løgmanni

Í samband við at 150 ár eru liðin síðani einahandilin varð avtikin, fer løgmaður saman við Landsskjalasavninum eina ferð kring landið við fyrilestrum og ymiskum forvitnisligum skjølum frá tí tíðini, einahandilin var.

Týskvøldið verður farið til Vestmanna, hóskvøldið til Klaksvíkar og mánakvøldið komandi til Tvøroyrar. Tiltøkini eru løgd á hesum plássum, sum øll høvdu einahandil.

Fyrilestrarnir snúgva seg mest um søgulig árin á vinnu og samfelag, eftir at einahandilin varð avtikin.


Skráin fyri tiltøkini:

Vestmanna 21. november í Miðhøllini í Nýggjaskúla.
Kl. 19.00 Løgmaður
Kl. 19.05 Sámal Tróndur Finnson Johansen
Kl. 19.25 Erland Viberg Joensen
Kl. 19.45 Tónleikur

Klaksvík 23. november í Leikalund
Kl. 19.00 Løgmaður
Kl. 19.05 Sámal Tróndur Finnson Johansen
Kl. 19.25 Jógvan Ravnsfjall og Andras Sólstein
Kl. 19.45 Tónleikur

Tvøroyri 27. november í handlinum hjá T.F. Thomsen
Kl. 19.00 Løgmaður
Kl. 19.05 Sámal Tróndur Finnson Johansen
Kl. 19.25 Jóan Pauli Joensen
Kl. 19.45 Tónleikur