Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kringvarp Føroya 50 ár

Norðlýsið

Røða landsstýrismansins í mentamálum á 50-ára stovningardegi Kringvarps Føroya

Góðu starvsfólk og leiðsla í Kringvarpi Føroya. Góðu áhoyrarar.

Fyrst av øllum skal eg vegna Føroya Landsstýri ynskja Kringvarpi Føroya hjartaliga til lukku við hesum stóra merkisdegi.

Kringvarp Føroya sendir tíðindini á døgurða kl 12.20. Tað má vera nakað av tí einasta, ið ikki er broytt hesi 50 árini síðani Útvarp Føroya for at senda av Bryggjubakka hin 6. februar 1957.

Tað var ein stórhending, tá Útvarp Føroya fór undir sínar regluligu sendingar í dag fyri fimti árum síðan. Tað ber illa til at yvirmeta mentanarliga og tjóðskaparliga týdningin av hesi hending.

Orsøkin til, at tíðindi vórðu send kl. 12.20, var einføld. Danskarin sendi tíðindi kl. 11.45, Norðmaðurin kl. 12.00 og so kundi Føroyingurin koma við sínum tíðindum kl. 12.20. Hetta gav akkurát tíðindafólkunum á Bryggjubakka stundir til at tillaga føroysku tíðindi, um okkurt álvarsligt var á vási í útlendsku tíðindunum á middegi.

Fyri fimti árum síðani sessaðist familjan við døgurðaborðið á middegi, og lurtað varð við andakt eftir verðurtíðindum, tíðindum, kunngerðum og andláti. Og Guð náði tann, ið órógvaði mitt í útvarpinum.

Hetta ritualið gjørdist skjótt ein fastur táttur í dagligu mentan okkara, og er tað væl meira ella minni enn, hóast tøkniliga menningin hevur gjørt okkum óheft av klokkutíðum – nú kunnu vit, sum kunnugt, fara inn á netið og hoyra Útvarpið ella síggja Dag og Viku, nær tað skal vera og hvar tað skal vera.

Gerandisdagurin hjá fólki er nógv broyttur hesi árini, og nú á døgum er ikki eins vanligt at fara heim í døgurðatímanum. Ein onnur broyting er, at meðan tað fyri fimti árum síðani var trot á tíðindum, og at tað tí í stóran mun varð lurtað eftir so at siga øllum, ið varð sent, so er støðan í dag ein heilt onnur. Vit verða í dag snøgt sagt undirborin við tíðindum, so tað meira er vorðið ein spurningur um at sálda frá. Men útvarpið sendir enn kl. 12.20.

Í nógv ár var útvarpið einasti loftborni miðilin í Føroyum. Grannalond okkara fingu svart/hvítt sjónvarp longu í 50-árunum Til stuttleika kann nevnast, at Danmarks Radio frá 6. februar 1968 sendi sjónvarp í litum á øllum sínum sendarum. Í Føroyum sluppu vit undan svørt/hvítum sjónvarpi av tí einfaldu orsøk, at vit ikki fingu sjónvarp fyrr enn nógv seinni enn grannalond okkara. Sjónvarp Føroya varð sett á stovn í 1983 og sjónvarpstíðini á føroyskum var ein fjølmiðlapolitiskur varði. Sjálvt um miðilin var rættiliga nýggjur herheima, tóku føroyingar SvF til sín. Fyrstu árini varð sent nakrar tímar áleið annað hvørt kvøld. Nú sendir sjónvarpið tað mesta av degnum – og sjálvt um onkur kanska hevur hug at halda, at sendingarnar úr Løgtinginum eru at rokna sum ífylla, so eru tær í tráð við eina av høvuðsuppgávunum hjá einum almennum kringvarpi: at stuðla fólkaræðinum við margfaldum og fjøltáttaðum tilboðum við tíðindum, viðmerkingum og orðaskifti um samfelagsmál fyri øll, eisini fyri minnilutar og serstakar bólkar.

Frambrotini eru stór, men eisini krøvini eru stór: Kringvarp Føroya skal í programmvirkseminum leggja dent á óhefta upplýsing og talufrælsi, saklig og fjøltáttað tilboð, sum varðveita og fjálga um mál, mentan, átrúnað og siðalæru føroyinga. Hetta er orðað í kringvarpslógini, ið kom í gildi 1. januar 2007. Nýggja lógin hevur til endamáls at styrkja Kringvarp Føroya sum public service-stovn – og at gera Kringvarp Føroya óheft av politisku skipanini.

Public service er tað, ið skilir Kringvarp Føroya frá øðrum miðlum í Føroyum. Við public service hugtakinum fylgja skyldur, men eisini ein tiltrúgv til, at Kringvarp Føroya við dugnaligari leiðslu og væl útbúgvnum starvfólki megnar at lyfta hesar týdningarmiklu uppgávur. Nýggja lógin tilskilar, at partarnir gera avtalu um ein public service sáttmála, ið setur út í kortið, hvørjar mentanarligar uppgávur, ið kringvarpið skal loysa, í ávísum tíðarskeiði.

Hetta er alt neyðugt, skulu vit brynja okkum mentanarliga til eina heilt nýggja fjølmiðlastøðu, har tilboðini eru at kalla óavmarkað. Menniskjað hevur sítt fría val, og tí er sera umráðandi, at vit her í Føroyum hava møguleika fyri at velja dygd.

Vit eiga tí at seta okkara almenna kringvarpi stór krøv um dygd og fjølbroytni, og harvið tryggja, at vit við útvarpi og sjónvarpi røkja og styrkja okkara móðurmál, mentan, okkara siðalæru og etisku grundvirði. Útvarpið og sjónvarpið eru so sterkir miðlar, at teir kunnu gerast hentastu amboð í hesum strevi okkara. Umvent gera teir lítið gagn, um teir ikki megna at liva upp til hesar public service skyldur.

Tað er tí eisini avgerandi, at almennu rásirnar fáa umstøður til at røkja sínar almennu skyldur.

Tað er við hesum bakstøði, at vit skulu síggja tær bygnaðarbroytingar, sum løgting og landsstýrið hava framt í seinastuni, og tað er í hesum høpi, vit skulu síggja nýggju kringvarpslógina. Skipanin við einum stýri skal tryggja, at Kringvarpið er leyst av politiska valdinum – ein fortreyt fyri dygdargóðum public service. Politiska valdið skal tó framvegis tryggja stovninum góðar karmar og arbeiðsumstøður.

Avgerðin um at leggja Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya saman í ein stovn varð, sum nevnt, tikin í august 2004. Samanleggingin hevði virknað frá 1. januar 2005. Tað varð latið táverandi stjóranum fyri Útvarpi Føroya, Jógvani Jespersen, upp í hendi at skipa samanleggingina. Vit fegnast um, at leiðslan á Kringvarpi Føroya saman við starvsfólkunum hevur megnað hesa stóru uppgávu til fulnar. Samanløgdu stovnarnir fingu við navninum Kringvarp Føroya ein felags samleika, sum hevur stuðlað sameiningini av stovnunum og ætlanin er eisini, at útvarpið og sjónvarpið í Kringvarpi Føroya skulu hava felags karmar at virka undir her í Sortudíki.

Landsstýrið er sinnað at tryggja Kringvarpinum hesar felags karmar. Grundøki er útvegað og fara vit tí í hesi tingsetu at leggja uppskot um verklagslóg fyri løgtingið, ið heimilar uppíbygging, ið skal kunna hýsa øllum kringvarpsins virksemi undir somu lon. Gongst sum ætlað, fer Kringvarp Føroya sostatt um ikki alt ov langa tíð at fáa tær best hugsandi umstøður at geva Føroya fólki tey bestu tilboð, tað veri seg við tíðindum, dygdargóðum undirhaldi og mentan.

Við nýggju kringvarpslógini byrjar eitt nýtt tíðarskeið í viðurskiftunum millum Kringvarp Føroya og Mentamálaráðið. Kringvarp Føroya er nú ikki longur fyrisitingarliga beinleiðis undir landsstýrimanninum í mentamálum – tað er nú stýrið fyri Kringvarp Føroya, ið er ovasta leiðsla fyri stovnin. Landsstýrismaðurin hevur tó framvegis evstu politisku ábyrgdina av økinum.

Eg vil nýta hetta høvi at ynskja stýrinum góða eydna við arbeiðinum og samstundis skal eg takka leiðslu og starvsfólki fyri gott samstarv hesi árini, ið stovnurin hevur verið fyrisitingarliga beinleiðis undir landsstýrismanninum í mentamálum. Eg vóni, at nýggi bygnaðurin verður til gagns fyri stovnin eins væl og fyri alt Føroya fólk. Enn einaferð hjartaliga til lukku við degnum og alt tað besta í framtíðini ynski eg Kringvarpi Føroya og tykkum, ið her starvast.

So havi eg eina gávu, sum eg fari at biðja stjóran koma og taka ímóti.

Takk fyri.