Skal KvF varðveita heitið Kringvarp Føroya, er einasta vón, at redaktiónir verða settar á stovn kring landið, tí við verandi bygnaði hoyrast næstan bara tíðindi haðani, sum eru innan fyri ringvegin, har einasta redaktiónin heldur til.
Tíðindasendingin í útvarpinum hjá Kringvarpið Føroya á middegi hósdagin 22.09.2016 gav enn eitt dømi um, hvussu avmarkaður sjónarringurin er hjá hesum almenna kringvarpinum, ið verður fíggjað av øllum teimum 50-túsund íbúgvunum í landinum.
Eftir hálvan minutt við yvirskriftum brúkti KvF tíð upp á at varpa út hesi tíðindi:
Umleið hálvur triði minuttur varð fyrst brúktur til at siga Føroya fólki, hvussu neyðugt tað er við eykajáttan til Landssjúkrahúsið.
Hálvur annar minuttur var síðan ein samrøða við stjóran á LS um hetta sama málið
Eftir hetta snúðu góðir tveir minuttir um, at danska váðaráðið hevur rapporterað til donsku stjórnina um vandatekin í føroyska búskapinum
Næstan seks minuttir fóru síðan til at umrøða og tosa við stjóran í Taks um, hvat Taks ger fyri at fáa innlit í panamaskjølini
Ein minuttur var síðan um nýggju deildarstjórarnar á Glasi í Havn
Ein minuttur var síðan um nakrar skúlastovur í Glasi í Hoydølum í Havn, sum Fróðskaparsetrið í Havn seinni skal fáa
Nakað yvir ein minutt fór síðan til at tosa um jarð- og fjarhitaskipanina í Glasi í Havn, sum nú skal fyri løgtingið
Tveir minuttir fóru síðan til at tosa um, hvussu dýrt tað verður, um steðgað verður á við at byggja Glasir í Havn lidnan.
Og so var ein knappur minuttur eftir, sum fór til veðrið.
Soleiðis vóru øll føroysku tíðindini í hesi tíðindasendingini í Kringvarpi Føroya um viðurskifti, sum henda ella hava støði innan fyri ringvegin í Havn.
Hetta er bert eitt av fleiri dømum um, hvussu almenna kringvarpið avmarkar sítt fokus.
Norðlýsið hevur fyrr ført fram, at einasti háttur at broyta hetta er við at seta á stovn redaktiónir kring landið, tí eftir øllum at døma er hetta danska orðafellið galdandi eisini fyri KvF: Ude af syne, ude af sind.




