Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kringvarp Føroya farið út um mark

John William Joensen

At leiðslan í KVF ferð eftir ferð stingur høvdið í sandin, hevur sett trúvirðið á stovninum í vanda. KVF hevur í dag ein stíl sum er rættiliga vandamikil fyri fólkaræðið, har stovnurin í sínum arbeiði beinleiðis leggur seg eftir ikki einans at lýsa og greina politisku málini og skipanina, men í stóran mun beinleiðis roynir at ávirka veljaran og trýsta politisku skipanina.

At leiðslan í KVF ferð eftir ferð stingur høvdið í sandin, hevur sett trúvirðið á stovninum í vanda. KVF hevur í dag ein stíl sum er rættiliga vandamikil fyri fólkaræðið, har stovnurin í sínum arbeiði beinleiðis leggur seg eftir ikki einans at lýsa og greina politisku málini og skipanina, men í stóran mun beinleiðis roynir at ávirka veljaran og trýsta politisku skipanina. 

Eitt tað feskasta dømi var tá tollmálið var í hæddini.

KVF framskundaði dokumentarsending tí tingfundur skuldi verða. Sendingin varð so send kvøldið fyri tingfundin, og á sjálvum fundinum legði so andstøðan fram eitt misálit á landsstýrismannin.

Frammanundan noktaði KVF at senda frá tíðindafundi tá landsstýrismaðurin legði sína søgu fram og bað almenningin um umbering. Í øðrum føri var politikari boðin inn í sjónvarpsstovuna at siga sína søgu og biðja um umbering – men kanska veldst um politiskan lit?

KVF er í veruleikanum við at gera enda á sær sjálvum, tí bæði stjórin á stovninum og starvsfólk á tíðindadeildini eru dømd fyri ærumeiðing í Føroya Rætti – og í øllum ákæru punktum eru dømd fyri at hava gjørt landsstýris manninum órætt.

Hóast málið er kært til Landsrættin, hevur sami stovnur við somu leiðslu nú lagt ætlanir fyri hvussu Føroya fólk skal ílatast til løgtings- og fólkatingsval sum bæði verða í ár

Og longu nú hevur leiðslan gjørt greitt at hon ikki ætlar at dekka vitjanina hjá drotningini, tí ov nógvar myndir av løgmanni verða varpaðar út um landið.

Kringvarpið hevur longu stemplað løgmann sum lógbrótara í málinum um Skálafjarðartunnilin, har tíðindaleiðarin beinleiðis hevur sagt at fyrisitingarlógin varð sett til viks, og fleiri ferð hevur givið hyggjarunum fatan av at løgmaður ikki hevur hildið sína eftirlitsskyldu – sum er høvuðsuppgávan hjá løgmanni.

Eisini vrakaði KVF frágreiðingina sum hægsta løgfrøðiliga ráðgevingin hjá løgmanni gjørdi um Skálafjarðartunnilsmálið, og valdi ikki at taka hesa frágreiðing við í dokumentarsending, sum í stuttum gav Føroya fólki ta fatan, at lógloysi valdar í Tinganesi. Leiðandi fólk í KVF redaktiónini, sum nú skulu til at dekka fólkaræðisligu tilgongdina at velja umboð á fólkating og løgting hava alment sagt, at fullkomin ruðuleiki valdar í politisku skipanini og eingin hevur álit á nøkrum, og niðurgjørt arbeiði hjá embætisfólkunum í Tinganesi ígjøgnum egnar útsagnir í KVF o.so.fr…

Í hesum mánaðinum fellur dómurin hjá Gammeltoft, og seinri kemur so niðurstøðan hjá landsrættinum í Tollmálinum, og tá kann trúvirðið hjá stovninum liggja í skeljasorið.

Seinasta útmeldingin frá KVF, har drotningin varð drigin inn í politiska meldurin, sigur ikki lítið um hvussu arbeitt verður í Kringvarpinum. Tað er rætt at redaktiónin viðgerð slíkan spurning innanhýsis, men at somu fólk gera hetta til eina KVF søgu í bestu senditíð er óskiljandi – uttan so at man roynir at dyrgja eftir uppbakking millum fólk fyri ikki at senda frá vitjanini hjá drotningini.

Tá tað varð greitt, at fólkatingsval verður samstundis sum drotningavitjanin, er hetta uttan iva komið illa við á Løgmansskrivstovuni, tí hetta gevur løgmanni minni stundir til at føra valstríð.

Spurningurin er um KVF ikki longu hevur vassað ov langt út.

Annars umhugsað vit á Norðlýsinum at stroyma frá drotningavitjanini tí teknist hava vit neyðuga útgerð. Meira verður at frætta seinri.