Tvøroyri
12,2°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kringvarp Føroya hevur ikki rætt til at áseta hvør miðil er heftur og hvør ikki er heftur

John William Joensen

Tað skal í hesum sambandi eisini viðmerkjast at fyri at kalla øll í Føroyum er greitt, at tíðindadeildin á Kringvarpi Føroya í stóran mun er myndað av fólki, sum hava havt eitt tilknýti til Tjóðveldi ella í minsta lagi umboða sjónarmið, sum eru tey somu sum tey hjá Tjóðveldisflokkinum. Hetta kom seinast til sjóndar á tíðindafundi í Miðlahúsinum, har kendur sjónvarpsvertur bleiv frá sær sjálvum inn á umboð fyri Folkaflokkin, og hevði niðrandi viðmerkingar til hesi, skrivar stjórin á Norðlýsinum m.a. í svari til Fjølmiðlakærunevndina.

Tað skal í hesum sambandi eisini viðmerkjast at fyri at kalla øll í Føroyum er greitt, at tíðindadeildin á Kringvarpi Føroya í stóran mun er myndað av fólki, sum hava havt eitt tilknýti til Tjóðveldi ella í minsta lagi umboða sjónarmið, sum eru tey somu sum tey hjá Tjóðveldisflokkinum. Hetta kom seinast til sjóndar á tíðindafundi í Miðlahúsinum, har kendur sjónvarpsvertur bleiv frá sær sjálvum inn á umboð fyri Folkaflokkin, og hevði niðrandi viðmerkingar til hesi, skrivar stjórin á Norðlýsinum m.a. í svari til Fjølmiðlakærunevndina.

Norðlýsið

Rygsvegur 3

Postboks 58

700 Klaksvík

Fjølmiðlanevndin Klaksvík 17. februar 2014
c/o Føroya Kærustovnur
Undir Hornabakka
Postboks 45
110 Tórshavn

Viðmerkingar til viðmerkingar til kæru frá Kringvarpi Føroya

Norðlýsið hevur fingið viðmerkingar, sum Kringvarp Føroya hevur gjørt til ummæli frá Norðlýsinum av kæru hjá Kringvarpi Føroya um tíðindaflutning á nordlysid.fo.

Fyrst skal Norðlýsið endurtaka ta meira teknisku viðmerkingina, sum varð nevnd í brævinum frá Norðlýsinum frá 18. januar 2014, nevniliga at tað løgfrøðiliga ivaleyst er rættari at vísa beinleiðis til góðan fjølmiðlasið í sambandi við eina kæru, heldur enn til leiðreglurnar um góðan fjølmiðlasið.

Hetta hevur tó ikki týdning fyri sjálva viðgerðina av málinum, men er heldur mett sum ein løgfrøðilig vegleiðing til Kringvarp Føroya av hvussu reglurnar tekniskt hanga saman.

Viðmerkingar til kæru um at bera fram skeivar upplýsingar

Norðlýsið hevur ikki trupulleikar við at viðganga, at tað var heldur harðliga orðað, tá Norðlýsið skrivaði, at Kringvarpið lýgur fyri hyggjarum sínum. Norðlýsið hevur eisini rættað hetta í sínum tíðindaflutningi.

Í hesum sambandi eru vit á Norðlýsinum sannførd um, at Norðlýsið ikki hevur drálað við at gera ta rætting, sum bleiv gjørd. Rættingin bleiv gjørd, eftir at eitt samskifti hevði verið í Kringvarp Føroya um hetta, og tá hetta samskiftið var av, varð greinin rættað uttan drál.

Tað kann ikki verða brot á góðan fjølmiðlasið, at Norðlýsið nýtir orðið “páhald” í tíðindaflutningi sínum, tá t.d. Kringvarp Føroya verður umrøtt.

Tó, at orðið “páhald” ikki er at finna í Móðurmálsorðabókini, og tó at tað neyvan kann sigast at vera nøkur almenn definitión av merkingini av hesum orðinum í føroyskum máli, kann ikki vera ivi um, at tað so ikki hevur somu merking sum lygn.

Norðlýsið hevur tí gjørt ta relevantu rættingina við at taka orðið “lygn” burturúr tekstinum, og seta annað orð, ið er munandi mildari enn hetta, í tekstin.

Av hesi orsøk eigur kæran hjá Kringvarpinum eisini at verða avvíst sum havandi mist sín aktualitet.

Viðmerkingar til kæru um óheftan tíðindaflutning

Tað undrar okkum á Norðlýsinum almikið, at Kringvarp Føroya yvirhøvur kemur við viðmerkingum um, hvørt Norðlýsið er óheftur miðil ella ikki.

Tó at undirritaði eri limur í Sambandsflokkinum, samstundis sum eg eri stjóri í felagnum, sum eigur Norðlýsið, er tað sjálvandi ikki so, at Norðlýsið av hesum av sær sjálvum kann sigast at vera ein politiskt heftur miðil.

Eg skal eisini viðmerkja, at eg ikki eri blaðstjóri á Norðlýsinum og havi tí ikki redaktionella ábyrgd av innihaldinum í blaðnum. Tað er Oliver Joensen, sum er blaðstjóri redaktionellari ábyrgd fyri Norðlýsinum.

Norðlýsið ber tíðindi um og frá øllum politiskum og øðrum áhugabólkum í Føroyum.

Tað er heldur ikki soleiðis, at Kringvarp Føroya hevur rætt til at áseta hvør miðil er heftur og hvør ikki er heftur.

Tað skal í hesum sambandi eisini viðmerkjast at fyri at kalla øll í Føroyum er greitt, at tíðindadeildin á Kringvarpi Føroya í stóran mun er myndað av fólki, sum hava havt eitt tilknýti til Tjóðveldi ella í minsta lagi umboða sjónarmið, sum eru tey somu sum tey hjá Tjóðveldisflokkinum.

Hetta kom seinast til sjóndar á tíðindafundi í Miðlahúsinum, har kendur sjónvarpsvertur bleiv frá sær sjálvum inn á umboð fyri Folkaflokkin, og hevði niðrandi viðmerkingar til hesi.

Tey flestu, sum vóru á hesum tíðindafundi løgdu til merkis, at ein onnur samrøða hjá Kringvarpinum, ið bleiv tikin upp mátti steðgast, eftirsum at viðkomandi tíðindamaður hjá Kringvarpi Føroya gjørdist frá sær sjálvum.

Tað hevur ikki verið nøkur umbering í Kringvarpi Føroya fyri hendan atburðin og so vítt Norðlýsið er kunnað, hava viðkomandi umboð úr Fólkaflokkinum heldur ikki fingið nakra umbering frá Kringvarpi Føroya um hetta.

Tá tíðindafólk hjá Kringvarpi Føroya føra seg soleiðis fram á almennum tíðindafundi, uttan at Kringvarp Føroya kemur við umbering fyri tí, undrar tað almikið okkum á Norðlýsinum, at sama Kringvarp Føroya metir seg hava rætt til at hava áskoðan um, hvørt aðrir miðlar í Føroyum eru knýttir at politiskum flokkum.

Um hvørt kæran hevur mist sín aktualitet v.m.

Sum Norðlýsið nevndi í viðmerkingum sínum frá 18. januar 2014, metir Norðlýsið, at kæran hjá Kringvarpinum mótvegis P/f Norðlýsinum eigur at fella burtur, eftirsum at sjálvt grundarlagið undir kæruni, nevniliga at Norðlýsið ikki hevur vilja rættað upplýsingar, ikki er rætt.

Vit eru framvegis av tí áskoðan, at kæran eigur at detta burtur, eftirsum at hon hevur mist sín aktualitet.

Norðlýsið hevur ikki trupulleikar við, at Fjølmiðlakærunevndin viðgerð kæru um Norðlýsið. Hinvegin metir Norðlýsið, at um skipanin skal hava møguleika fyri at rigga, er týdningarmikið, at skipanin ikki verður ovbyrjað av klagum, sum ikki longur eru aktuellar.

Tá Norðlýsið í hesum føri hevur gjørt tær rættingar, sum eru relevantar, eigur viðgerðin av kæruni ikki at halda fram. Tá Norðlýsið hevur gjørt relevantar rættingar, og brotið harvið er fallið burtur, eigur útgangsstøðið at vera, at eisini kæran missir sín aktualitet.

Norðlýsið hevur ikki aðrar viðmerkingar til málið, men um Kringvarp Føroya skuldi havt nakað at lagt afturat, grundað á viðheftu viðmerkingar frá Norðlýsinum, ynskja vit sjálvandi møguleika fyri at taka støðu til tær.

Vegna Norðlýsið

John William Joensen, stjóri

Harleyfacadeacryl